Eli Falkvard Nielsen verður eisini í 2023 at síggja í B36 búnanum. Tað var greitt í gjár, tá ið hann og B36 skrivaðu undir sáttmála, ið fevnir um 2023.
Eli Falkvard Nielsen er 30 ára gamal, og í 2022 var hann við í 24 landskappingardystum. Sambært faroesoccer.com hevur hann spælt 234 landskappingardystir í bestu deildini, 30 dystir í kappingini um løgmanssteypið, tríggjar stórsteypadystir og 21 dystir í europeisku kappingunum.
Fyrsta árið hjá Eli Falkvard Nielsen í bestu deildini var í 2009, sum hann umboðaði fram til 2013 burtursæð frá 2012, tá ið hann spældi við HB. Síðani 2014 hevur Eli umboðað B36, og tað fer hann í 2023 at gera á tíggjunda ári.