10 min
0-0
15 min
0-0
18 min
1-0: Jákup á Borg.
Einsamalli álopsspælarin hjá B36 sneiðir seg leysan og úr stórari fjarstøðu í vinstru sendir hann frálíkt skot upp í handara málkrókin.
35 min
1-0
B36 hevur væl størri bit í álopsspælinum. Hóast teir liggja undir, tykjast klaksvíkingar lítið hugaðir at flyta nógv fólk fram á vøllin, tá ið teir hava møguleika at fara í álop. Tað er stutt sagt ov nógv dillarí!
Jákup á Borg er sera vandamikil, tá ið hann hevur møguleika at bjóða verjuni av. Hann verður stuðlaður av Bergi Midjord í høgru og Christiani R. Mouritsen í vinstra borði.
50 min
1-0
Hóast klaksvíkingar eftir hvíldina hava roynt at flyta fólkið longri fram, so er tað einki, sum bendir á, at KÍ avrikið á nakran hátt kann sammetast við tað, sum KÍ vísti mikukvøldið, tá ið klaksvíkingar vunnu á heimavølli ímóti Víkingi.
B36 er leikliga oman á, og heimaliðið hevur størri tyngd í álopspartinum.
62 min
2-0
Róaldur Jacobsen roynir seg við frísparki úr 25 metrum. Bólturin rakar í KÍ verjugarðin og bólturin snýtir Jákup Mikkelsen og fer dygst inn við stólpanum.
65 min
KÍ, sum hevur verið sera lítið fyritakssamt - bæði á vøllinum og beinkinum - hevur sett bæði Símun Joensen og Jan Andreasen á vøllin.
80 min
2-0
Alt bendir á, at B36 fer at vinna øll stigini, og at KÍ harvið verður enn nærri næstbestu deildini.
Soleiðis sum gongdin er, so er tað tættari við, at B36 fer at økja um leiðsluna heldur enn, at klaksvíkingar skulu minka um munin.
Jákup á Borg var um reppið at økja um munin, tá ið hann vann nærdyst við Jákup Mikkelsen, men Atli Danielsen ruddaði burtur, áðrenn bólturin fór um strikuna.
88 min
2-0
KÍ roynir at leggja trýst á. Í trídupultum møguleika endar tað við, at Todi Jónsson sendir bóltin í stólpan.
90 min
2-0
3 minuttir lagdir aftrat
93 min
3-0
Bergur Midjord setir bóltin í málið eftir at Brima Koroma hevði lagt innfyri úr vinstru og Jákup á Borg hevði spælt bóltin víðari.
Liðugt!
B36-KÍ 3-0 (1-0)
Dómari: Lars Múller
B36: Jóan Pauli D. Jakobsen - Jóhan Ellingsgaard, Herbert í Lon Jacobsen, Klæmint Matras, Magnus Olsen - Bergur Midjord, Róaldur Jacobsen, Dennis Holmberg (Brima Koroma, 84.), Oddmar Færø, Christian R. Mouritsen - Jákup á Borg.
Gult kort: Róaldur Jacobsen, Jákup á Borg
KÍ: Jákup Mikkelsen - Jógvan Isaksen, Atli Danielsen, Sørmund Kalsø, Heðin á Lakjuni -Kristoffur Jakobsen, Eli Simonsen (Símun Joensen, 65.), Oddmar á Lakjuni, Hjalgrím Elttør - Páll Klettskarð (Jan Andreasen, 65.) - Todi Jónsson
Gult kort: Oddmar á Lakjuni, Símun Joensen
Reytt kort: Oddmar á Lakjuni (2 gul) 93.