B36-KÍ á Tórsvølli

Steypafinalistarnir frá í fjør, B36 og KÍ, hittast á Tórsvølli 28. juli kl. 18

Ólavsøkuaftan 28. juli hittast tveir risar í føroyskum fótbólti, B36 og KÍ. Hetta er ein endurtøka av steypafinaluni seinasta kappingarár, og verður dysturin settur í gongd kl. 18.
Dysturin verður spældur á grasinum á Tórsvølli, og fyri KÍ verður hetta eitt gott høvi at venja seg við undirlagið, við tað at liðið miðskeiðis í august mánaði skal royna seg í Europa Cup móti kroatiskum liði.
Fyri B36 verður dysturin uttan iva nýttur sum lið í fyrireikingunum til seinnu hálvu, sum byrjar longu 4. august. B36 hópurin hevur verið í gongd allan juli mánað orsaka av luttøku í europeisku kappingini fyri meistarar, og tískil hava nakrir av leikarunum kanska brúk fyri hvíld.
Dysturin millum B36 og KÍ á Tòrsvølli 28. juli byrjar sum sagt kl. 18.