B36 kann fáa vitjan av West Ham

Lutakast: Um B36 vinnur á Viborg bíðar sterk og kend mótstøða

Lutakast hevur verið til “Play-off” umfarið í Europa Conference League. Fyri B36 er talan um enn eitt spennandi lutakast. Vinnur B36 á Viborg, so skal B36 møta West Ham úr ensku Premier League.

 

B36 hevur higartil havt eitt spennandi ár í Evropa. Tað byrjaði við ósigri í Bosnia Hersegovia, men vendi uppgerðini móti FK Borac Banja Luka við 3-1 sigri á Ovara vølli. Tað endaði við brotssparkskapping, sum árstalsfelagið vann.

 

Síðani var mótstøðan Tre Fiori úr San Marino. Eitt mótstøðulið, sum einki formáddi sær í álopsspælinum á Ovara vølli, men við bara 1-0 sigri var uppgerðini á lívið líka til tað seinasta bríkslið í San Marino.

 

Nú í 3. umfari í Europa Conference League er mótstøðan væl sterkari. Talan er um Viborg úr donsku Superliguni. Nú er talan meira um eitt spennandi lið, tí tað er úr Danmark. At talan er um sterka mótstøðu sást um vikuskiftið, tá Viborg vann 4-2 á FCK.

 

Skuldi ævintýrið hjá B36 hildið fram, so verður tað also West Ham, ið kemur á vitjan.