Tølini siga, at tað gongur ikki væl hjá tvífaldu meistarunum í B36. Stóri trupulleikin er, at tað eydnast ikki at skora mál.
-Vithava í vikuni vant álopsspæl, og vit hava arbeit við veruleikanum, sum er, at tað gongur so illa at skjóta mál. Tað kann væl vera, at vit gera onkrar broytingar. Tá ið fleiri skikkaðir spælarar sita á beinkinum er tað upplagt, at onkur teirra fær møguleikan, nú tað ikki hevur gingið so væl, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein.
B36 vann tíðliga í kappingarárinum 2-1 á heimavølli ímóti AB, sum pressaði nógv fyri at javna, tá ið B36 var undirmannað, eftir at Róaldur Jakobsen hevði sæð reytt.
Tórður Thomsen er skaddur, og Odmar Færø er burturstaddur.
Hjá AB sær tað torført út, eftir at TB vann á Skála:
-Hóast vit mistu javnleikin í síðstu løtu ímóti NSÍ, so vístu vit góðan hugburð, og í løtum spældu vit væl. Vit vóna at halda fram í sama stíli ímóti B36, og at tað fer at bera úrtøku við sær, sigur Patrik Johannesen, sum skoraði ímóti NSÍ.
Allir AB spælararnir eru tøkir uttan Gunnar Haraldsen, sum framvegis er plágaður av skaða í lærkrikanum.