B36 miðar eftir Evropa

Sigfríður Clementsen skal í komandi kappingarári standa á odda fyri einum hamskiftum B36-liði. Í vetur eru sjey leikarar higartil lagdir afturat hópinum. – Vit hugsa fyrst og fremst um at vinna okkum altjóða luttøku, sigur B36-venjarin

Uni Holm Johannesen

Bárður Olsen. Símun Joensen. Dmitrij Jankovic. Hjalgrím Elttør. Ingi Højsted. Heini í Skorini.
Eftir eitt miseydnað kappingarár í fjør, tá tað við bit og slit eydnaðist B36 at sleppa undan niðurflyting, eru stórar broytingar farnar fram í leikarahópinum. Seks nýggir leikarar eru lagdir afturat leikarahópinum. Og við Sigfríða Clementsen sum høvuðsvenjara eru greið tekin um, at liðið nú aftur skal mynda oddan í føroyskum fótbólti.
- Vit hugsa fyrst og fremst um at vinna okkum altjóða luttøku. Avbjóðingin verður at spæla nýggju menninar saman sum skjótast, so vit eru til reiðar frá byrjan, sigur Sigfríður Clementsen.

Jankovic helst avgerandi
Sigfríður Clementsen hevur øll síni venjaraár dúva serliga upp á verjupartin. Ein avgerð sum hevur eydnaðst væl, tí hann hevur vunnið føroyameistaraheitið og steypakappingina við bæði B36 og EB/Streymi. Við B36 var hann eisini fyrsti venjarin, sum hevur vunnið eitt føroyskt lið víðari í altjóða kapping.
Tollaksmessudag var kunngjørt, at verjuleikarin Dmitrij Jankovic aftur skal spæla við B36. Hann átti í 2008 ein av høvuðsleiklutunum, tá hvíta høvuðsstaðarfelagið vann bronsuheiðursmerki og rakk finaluni í kappingini um Løgmanssteypið.
- Eg vænti, at hann verður stýrimaðurin í verjupartinum í ár. Hann hevur prógvað sítt virði í føroyskum fótbólti áður, og eg eri sera fegin um, at hann er tøkur, sigur Sigfríður Clementsen.

Elttør skal skjóta mál
Nú Brima Koroma eftir øllum at døma ikki heldur fram í B36, hevur Sigfríður Clementsen ongan veruligan framherja at ráða yvir. Hann sigur, at ætlanin er ikki beinleiðis, at Hjalgrím Elttør skal røkja hesa uppgávuna. Men klaksvíkingur skal í øllum førum skjóta mál.
- Nú fáa vit at síggja. Hann plagar at skjóta millum 10 og 12 mál hvørt kappingarár, og tað vænta vit eisini, at hann ger í B36. Um tað so verður sum vongur ella framherji er ikki avgjørt, sigur Sigfríður Clementsen.
Hann vísir á, at Jákup á Borg, Johan Ellingsgaard, Bergur Midjord, Høgni Eysturoy og Christian Mouritsen eisini kunnu røkja uppgávuna sum framherjar, hóast teir vanliga spæla á øðrum plássum.

Helst tveir afturat
Sambært Sigfríða Clementsen er ikki víst, at B36 ikki fær størri tilgongd í vetur.
- Vit fylgja sjálvsagt við. Er møguleikin fyri leikararum, sum eru áhugaðir og vit meta kunnu styrkja okkum, so vísa vit tí ikki aftur alt fyri eitt, sigur B36-venjarin.
Men Sigfríður Clementsen – er stóra tilgongdin ein treyt, sum tú setti fyri at standa á odda fyri B36?
- Nei. Leiðslan sær fegin, at B36 kappast í oddanum av føroyskum fótbólti. Mín uppgáva verður at standa á odda fyri liðnum, sigur Sigfríður Clementsen.