B36 misti trygga leiðslu í Klaksvík

1. DEILD: Hóast B36 var frammanfyri við tveimum málum, eftir at stórt korter var farið, so vann KÍ

Í gjárkvøldið var Jóhan Josephsen, sum her sæst saman við KÍ venjaranum Magne Hoseth, nakrar minuttir á vøllinum í Bratislava, har KÍ spældi í Europa Conference League, og í kvøld legði hann upp til mál, tá ið næstbesta KÍ liðið vann 3-2 á heimavølli ímóti B36

Í 23. umfari í næstbestu deildini var B36 í kvøld í Klaksvík, har talan var um undirhaldandi og spennandi uppgerð. Har sá tað heilt ljóst út hjá gestunum, tí longu tá ið eitt stórt korter var farið, var støðan 2-0 til B36. Í báðum førum var tað Emil Weihe Joensen, sum var málskjútti, og í báðum førunum var tað við beinleiðis fríspørkum, at hann sendi bóltin í meskarnar aftanfyri Hannis Matras í heimamálinum.

 

Hálvleiksstøðan var 2-0 til B36, men longu tveir minuttir eftir steðgin minkaði KÍ um munin. Málskjútti eftir horna var Kristian Svabo Eliasen, og uppleggið átti Jóhan Josephsen, sum fyrr á degnum var aftur í Klaksvík, eftir at hann í gjárkvøldið var nakrar minuttir á vøllinum í Europa Conference League dystinum í Bratislava.

 

20 minuttir undan leikloki var tað aftur Kristian Svabo Eliasen, sum eftir horna og við høvdinum setti bóltin í málið, og so var 2-2. Krisitan Svabo Eliasen hevur nú skorað fimm mál í 1. deild í ár. Uppleggið átti Silas Gaard, og tað var hann, sum 13 minuttir undan leikloki skoraði 3-2 sigursmálið hjá KÍ. Hetta var fjórða málið hjá 19 ára gamla álopsspælaranum í ár. Í hesum førinum setti Silas bóltin í opið mál, eftir at hann vann bóltin av málverjanum, sum royndi at sneiða framvið Silasi.

 

Um eina viku fær KÍ vitjan av B68, og annan leygardag fer B36 at spæla á heimavølli ímóti NSÍ.

 

KÍ er á fjórða plássi við 35 stigum, og B36 er á sætta plássi við 30 stigum.

 

Í gjárkvøldið var Jóhan Josephsen, sum her sæst saman við KÍ venjaranum Magne Hoseth, nakrar minuttir á vøllinum í Bratislava, har KÍ spældi í Europa Conference League, og í kvøld legði hann upp til mál, tá ið næstbesta KÍ liðið vann 3-2 á heimavølli ímóti B36