Síðstu nátt fór eldávaring í gongd á boripallinum Njord A hjá Equinor í Norðsjónum.
Tíðindavaktin hjá felagnum, Lars Martin Kindingstad, sigur við norska kringvarpið, at 129 fólk vóru á pallinum.
- Tey fóru í bjargingarbátarnar, sum er vanligt, tá eldávaring fer í gongd.
Men, hetta vísti seg at vera følsk ávaring, og starvsfólkini kundu øll fara umborð aftur á pallin.
- Tað er ikki óvanligt við følskum ávaringum, sigur Lars Martin Kindingstad hjá Equinor við NRK.