B36 mótstøðuliðið er heilt væl fyri

Viborg FF vann í dag dyggan sigur ímóti donsku meistarunum í FCK

Klokkan 18 í kvøld fór B36 ferðalagið úr Føroyum. Málið er dysturin í Europa Conference League í Viborg mikukvøldið.

 

Í dag varð flogið við Atlantsflog til Oslo, har ferðalagið gistir í nátt, og síðani verður í morgin farið til Danmarkar og Viborg, har venjing verður á dystarvøllinum týskvøldið klokkan 18 ella eitt samdøgur undan, at dysturin verður spældur.

 

Í dag spældi Viborg FF landskappingardyst. Hann var á heimavølli ímóti danska meistaraliðnum FCK. Viborg vann 4-2. Úrslitið var óvæntað, tí hóast FCK av álvara hevur haltað í fyrstu umførnum, so varð meistaraliðið roknað at vera favorittur ímóti Viborg.

 

Eftir trý umfør er Viborg FF á fjórða plássi við seks stigum, meðan FCK er á áttanda plássi við trimum stigum.

 

Ivaleyst verður dystargongdin øðrvísi mikukvøldið, enn hon var í kvøld. Ímóti FCK var tað Viborg, sum dúvaði upp á skjót mótálop. Ímóti B36 verður tað ivaleyst Viborg, sum fer at hava bóltin mesta partin av tíðini, meðan B36 man fara  at dúva upp á væl skipað verjuspæl og skjótálop.