Mikukvøldið eydnaðist tað endiliga at fáa útsetta dystin í bólkaumfarinum millum GÍ og HB frá hondini.
Gøtumenn vunnu 1?0, og tað vil siga, at teir vunnu bólk trý, meðan HB endaði á triðja plássinum. Úrslitið hevur við sær, at tað er greitt, at B36 og HB skulu hittast í einari av fjórðingsfinalunum. Tað er eisini greitt, at GÍ skal spæla á heimavølli í fjórðingsfinaluni.
Enn er tað ikki greitt, hvørjum GÍ skal spæla ímóti. Tveir dystir eru eftir í bólki eitt. VB skal spæla í Klaksvík í kvøld, og komandi mikukvøld skulu Sumba og VB spæla í Sumba.
Hóast bólturin er rundur, og tað aftur og aftur er sjón fyri søgn, at úrslitini ikki altíð eru tey, sum roknað verður við frammanundan, so er tað neyvan langt av leið, tá vit rokna við, at liðini fara at hittast soleiðis í fjórðingsfinalunum: B36?HB, B68?NSÍ, KÍ?FS Vágar og GÍ?VB. Um VB vinnur sannførandi í Klaksvík í kvøld, so verður samansetingin øðrvísi.
Spardu krútið
GÍ vann 1?0 móti HB, og tað mundi ikki vera so óvæntað. Á HB liðnum vóru bara fýra spælarar, sum taldust millum teir fyrstu ellivu móti KÍ. Hetta hevði sjálvandi við sær, at GÍ fyri tað mesta var spælstýrandi, men hetta boðaði eisini frá, at tað eru nógvir ungir og evnaríkir spælarar í HB. Og nú gera hesir nógv við tað, tí teir síggja møguleikar fyri at gera seg galdandi.
Einasta málið kom, tá knappur hálvur tími var farin. Súni Olsen sendi flatt hornaspark innfyri úr vinstru, og Bartal Eliasen stýrdi við beininum bóltinum í kassan.
Saman við Bartal Eliasen í miðverjuni var danin Martin Thomsen, sum vit umrøddu í blaðnum í gjár. Nýggi maðurin var sterkur og skjótur, og hann hevði góðan bóltførleika. Eftir dystin mikukvøldið skiltu vit á lagnum, at nýggi maðurin og nevndin hjá GÍ skuldu í gjár taka støðu til, um samstarvið skuldi halda fram. Um einki samstarv spyrst burturúr, so fer Martin Thomsen av aftur landinum í dag.
GÍ hevði fleiri aðrar møguleikar at gera mál, enn tann, sum teir skoraðu uppá, men teir fingu einki mál afturat. Bárður Johannesen var tryggur í málinum, og hóast spildurnýggja miðverju, sum var stýrd av liðformanninum Jóhannesi Joensen, so helt HB tætt.
Tá bara ein lítil løta var eftir, var tað um reppið, at Símun Eliasen javnaði fyri HB. Úr høgru sendi hann við vinstra beini fríspark á nærru samankomingina. Bólturin fór aftanfyri Sunvard Joensen, men hann fór ikki í málið.
Hesa ferð var Hans á Lag hjá HB leikbannaður. Tá HB komandi sunnudag fer til Runavíkar at spæla landskappingardyst, verður Hans Jørgen Djurhuus leikbannaður. Hans Jørgen, sum ikki hevur spælt nakað serligt á besta liðnum í ár, fekk reyða kortið, tá tað bara restaði ein lítil løta mikukvøldið.jh
Løgmanssteypið
bólkur 3
3. mai
GÍ?HB 1?0 (1?0)
1?0: Bartal Eliasen
Dómari: Lassin Isaksen
GÍ: Sunvard Joensen ? Áslakur R. Petersen, Bartal Eliasen, Martin Thomsen, Súni Olsen ? Magni Jarnskor, Jóan Petur Olsen, Helgi R. Petersen ? Rúni Justinussen, Óli Hansen, Henning Jarnskor
HB: Bárður Johannesen ? Sámal Erik Hentze, Jóhannis Joensen, Hans Jørgen Djurhuus ? Vagnur Mohr Mortensen, Hallur Danielsen, Rói Árting, Símun Eliasen, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum