B36 setti HB upp á pláss

B36 hevur við 3-1 sigri í dag vunnið seg fram aftur á oddasessin, har teir fara at halda summarfrí. Tað var Jákup á Borg, sum staðfesti B36 sigurin í yvirtíðini, eftir at HB verjan hevði trupulleikar við at fáa bóltin burtur.

B36 var leikliga omaná í 1. hálvleiki, men teir í árstalsfelagnum megnaðu bara at skora eitt mál. Málskjútti var Jákup á Borg.

Sigfríður Clementsen hevði umskipað HB liðið, eitt nú var liðformaðurin Fróði Benjaminsen fluttur aftur í miðverjuna.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki javnaði Símun Samuelsen fyri HB, men B36 svaraði skjótt aftur. Súni Olsen hevði fleiri vandamiklar frísparksroyndir, og tað var eftir frísparksinnlegg frá Súna Olsen, at vinstri vongverjin hjá B36, Símin Joensen, við pannuni stýrdi bóltin í HB málið.

Eftir leiðslumálið spenti HB álopsbogan rættuliga nógv. Onkur vandamikil støða var frammanfyri B36 málið, men tað eydnaðist ikki at fáa mál, og so var tað, at Jákup á Borg skoraði fyri aðru ferð, og at B36 harvið vann 3-1 á grannunum.

Sigurin ber við sær, at B36 heldur summarfrí við 31 stigum og er oddalið tvey stig frammanfyri Víking.

HB hevur 14 stig á sjeynda plássi.

 

HB-B36 1-3 (0-1)

Dómari: Petur Reinert

0-1: Jákup á Borg 11.

1-1: Símun Samuelsen 66.

1-2: Símun Joensen 79.

1-3: Jákup á Borg 90.+3.

HB: Marcin Dawid - Hanus Thorleifsson, Fróði Benjaminsen, Hans á Lag, Kári Nielsen, Pætur Jørgensen (Hendrik Rubeksen, 83.) - Ólavur í Ólavsstovu (Jón Krosslá Poulsen, 83.), Tróndur Jensen (Pál Mohr Joensen, 64.), Rógvi Poulsen - Símun Samuelsen, Andrew av Fløtum

Gult kort: Kári Nielsen, Hans á Lag

B36: Meinhard Joensen - Høgni Eysturoy, Súni Olsen, Jonas F. Rasmussen, Símun Joensen - Heini í Skorini, Klæmint Matras, Ingi Højsted (Kenneth Jacobsen, 44.), Róaldur Jacobsen (Rasmus Dan Sørensen, 90.) - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz

Gult kort: Róaldur Jacobsen, Jákup á Borg (Ámund Nolsøe, 90.), Høgni Eysturoy

 

--

 

 

85 min.

1-2

HB hevur sett Hendrik Rubeksen og Jón Krosslá inn í framrættaða partin, og Fróði Benjaminsen er fluttur úr miðverjuni og fram á vøllin.

 

80 min.

1-2: Símun Joensen 78.

So er B36 aftur á sigurskós ímóti grannunum í HB. Súni Olsen sendi fríspark innfyri úr vinstru, og undir málinum var tað vongverjin í vinstru, Símun Joensen, sum stýrdi bóltin í málið aftanfyri Marcin Dawid.

 

75 min.

1-1

B36 fagnaður var í lítla løtu, eftir at Súni Olsen við frísparki umvegis stólpan sendi bóltin í málið, men dómarin kolldømdi.

Lítla løtu seinni hevði væl upplagdi Símun Samuelsen hjá HB góðan møguleika, og síðani sá Hans á Lag gult fyri at gera fríspark ímóti Lukasz Cieslewicz.

 

65 min.

1-1: Símun Samuelsen 65.

HB hevur javnað, og málskjútti var Símun Samuelsen, sum var fyrstur á returbólti. Í staðin fyri at smekka til, so setti Símun bóltin hegnisliga framvið B36 málverjanum.

Spælið hevur verið eitt sindur í tómgongd, men útjavnandi málið tykist hava sett lív í, nærdystirnir eru fleiri, og Kári Nielsen hjá HB hevur sæð gult eftir nærdyst við Lukasz Cieslewicz.

 

 

55 min.

0-1

Fyrstu løtuna eftir steðgin hevur einki bent á, at HB skal koma fyri seg. Tað hevur verið lítið av skipaðum samanspæli, og talan hevur ikki verið um upplagdar málmøguleikar. Men tá ið støðan er 1-0, so er tað framvegis spennandi og intenst.

 

 

45 min.

0-1

Hálvleikur

Stutt undan steðginum varð B36 miðvallarin Ingi Højsted borin skaddur av vøllinum. Í hansara stað kom Kenneth Jacobsen.

 

40 min.

0-1

B36 er leikliga omaná. Lukasz Cieslewicz hevur verið heilt tætt við at økja um leiðsluna, men Marcin Dawid í HB málinum bjargaði væl. Longu sendingarnar fram til fremstu HB spælararnar hava higartil borið fleiri rangstøður við sær.

 

20 min.

0-1

Talan hevur ikki verið um upplagdar málmøguleikar, síðani Jákup á Borg legði B36 framum. Eingin ivi er tó um, at tað er B36, sum hevur væl betri tak á fótbóltsspælinum.

 

12 min.

0-1: Jákup á Borg 12.

HB verjan var ikki ansin, tá ið Jákup á Borg, staddur eitt sindur til vinstru, breyt ígjøgnum og sendi bóltin ímillum beinini á HB málverjanum.

Friðarlig fyrsta løta í Gundadali. B36 hevur bóltin meiri, og samanspælið hjá teimum flýtur væl. Hjá HB ræður tað nógv um at senda langar sendingar fram í vón um, at Símun Samuelsen ella Andrew av Fløtum skulu fremja einmansavrik.

Nýggi HB venjarin, Sigfríður Clementsen, hevur sett liðformannin, Fróða Benjaminsen, aftur í miðverjuna undir liðina á veteraninum Hans á Lag. At HB hevur nógv fólk so aftarlaga á vøllinum ber við sær, at tað HB hevur torført at fáa samanhangandi spæl fremri á vøllinum. 18 ára gamli Tróndur Jensen er spildurnýggjur á HB miðvøllinum.

Hjá B36 er Súni Olsen í miðverjuni í staðin fyri leikbannaða Odmar Færø.

 

HB-B36

Dómari: Petur Reinert

HB: Marcin Dawid - Hanus Thorleifsson, , Fróði Benjaminsen, Hans á Lag, Kári Nielsen, Pætur Jørgensen -

Ólavur í Ólavsstovu, Tróndur Jensen, Rógvi Poulsen - Símun Samuelsen, Andrew av Fløtum

B36: Meinhard Joensen - Høgni Eysturoy, Súni Olsen, Jonas F. Rasmussen, Símun Joensen - Heini í Skorini, Klæmint Matras, Ingi Højsted, Róaldur Jacobsen - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz