B36 situr við Svartaperi

Teir báðir donsku spælararnir skoraðu málini, sum bera við sær, at NSÍ nú heldur í europeiska atgongurmerkið

Tað verður NSÍ, sum næsta summar aftur fer at spæla í Europa, og tað verður B36, sum – eins og í summar – aftur í summar fer at hyggja at, meðan KÍ, HB, Víkingur og NSÍ næsta summar fara at spæla í Europa. B36 eigur ein møguleika eftir at taka Europa plássið frá NSÍ. Soleiðis verður tað, um B36 fer at vinna finaluna um løgmanssteypið.

 

Tað var leingi javnt og málleyst, og harvið var tað B36, sum helt í europeisku atgongumerkjunum. Sum seinni hálvleikur leið, var tað neyðugt hjá NSÍ at spenna álopsbogan eitt sindur meir, og so eydnaðist tað at skora sera týdningarmikla 1-0 málið. B36 gjørdi risa mistak í uppspælinum á egnari hálvu, og so varð Jakob Trenskow leysur í vinstru. Hann smekkaði til, Mattias Lamhauge í B36 málinum hálvbjargaði sera væl, men bólturin støkk út aftur til Jakob Trenskow, sum lyfti bóltin uppum málverjan og í málið.

 

Tá var seinni hálvleikur tíggju minuttir gamal. B36 hevði møguleikar at javna, og í 77. minutti var tað um reppið, at Uros Stojanov javnaði, tá ið hann eftir innlegg úr høgru royndi seg við stútara, men Karstin Hansen stórbjargaði til horna.

 

Og so var tað ein minutt seinni, at NSÍ økti um leiðsluna. Akkurát innskifti Mikkel Elbæk vann bóltin á egnari hálvu, spældi fram til Klæmint A. Olsen, sum snaraði um seg sjálvan, áðrenn hann sletti bóltin fram til Mikkel Elbæk, ið hevði runnið seg leysan í høgru og sendi bóltin flatt í málið.

 

B36 royndi at svara aftur, men tað eydnaðist ikki. Tað kom illa við, at Andrass Johansen noyddist skaddur av vøllinum eftir at B36 hevði brúkt allar tríggjar skiftingarnar. NSÍ hevði tak á verjupartinum, og møguleikin lúrdi, at tað fór at eydnast NSÍ at økja um leiðsluna.

 

-Vit vóru nøgdir við avrikið í fyrra hálvleiki, og sum seinni hálvleikur leið, royndu vit at trýsta, og tá eydnaðist tað at taka av, tá ið teir gjørdu mistak á egnari hálvu. Tað hevði avgerandi týdning. Vit kundu havt lagt okkum aftur at verja tepru leiðsluna, men tað gjørdu vit ikki. Vit dyrgdu eftir at avgera við at skora 2-0 málið, og tað eydnaðist. Eg eri fegin, og eg haldi, at hetta mundi vera besti dystur, síðani Jens Martin, Rúni og eg tóku við sum venjarar, sigur Bill Jacobsen venjari hjá NSÍ.

 

-Talan var um javna uppgerð, men eg haldi, at vit høvdu møguleikar í fyrra hálvleiki, sum kundu havt borið 1-0 leiðslu við sær. Tíverri góvu vit teimum eitt mál, og so megnaðu vit ikki at takla nýggju fyritreytina, sum var, at nú vóru tað vit, sum skuldu jagstra næsta málið. Og fyri at siga tað akkurát sum tað er, so høvdu vit ikki orku at vinna okkum aftur. Dysturin hóskvøldið sat í beinunum, Sebastian Pingel var so illa skaddur, at hann ikki fekk spælt, og ov stutta hvíldin bar við sær, at tveir spælarar vórðu vøddaskaddir - Ragnar í upphitingini og Lukas í fyrra hálvleiki - og at vit mistu Andrass Johansen og síðstu løtuna vóru undirmannaðir. Soleiðis var tað. Vit endaðu á fimta plássi, og tað var ikki tað, sum vit ætlaðu. Nú verður steðgur, áðrenn vit fara at spæla hálvfinalur í steypakappingini, og vit ætla okkum at vinna steypakappingina og vinna europeiska atgongumerkið aftur, sigur Dan Brimsvík venjari hjá B36.

 

 

 

NSÍ – B36 2-0 (0-0)

 

1-0: Jacob Trenskow 55.

 

2-0: Mikkel Elbæk Jakobsen 78.

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

NSÍ: Karstin Hansen – Pætur Hentze, Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft – Jacob Trenskow, Betuel Hansen (Hans Marius Davidsen, 84.), Mórits Heini Mortensen (Mikkel Elbæk Jakobsen, 76.), Pætur Turiðarson Skipanes – Aron Knudsen (Tróndur Jensen, 68.), Klæmint A. Olsen

 

Gult kort: Aron Knudsen, Jákup Jakobsen, Betuel Hansen, Klæmint A. Olsen

 

Venjari: Bill Jacobsen  

 

B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Lukas S. Enevoldsen (Bjarni Petersen, 43.), Andrias H. Eriksen, Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen (Martin Agnarsson, 62.), Mathias Thrane – Hannes Agnarsson (Hákun Edmundsson, 79.), Andrass Johansen, Bjarki C. Nielsen – Uros Stojanov

 

Gult kort: Magnus Holm Jacobsen, Benjamin Heinesen

 

Venjari: Dan Knudsen

 

KÍ (FM)272331991272
HB271944872261
Víkingur271863592760
NSÍ271458543847
B36271296513345
07 Vestur278415367428
EB/Streymur277416285325
B68277416336625
ÍF274419267016
TB27032417953

 

 

 

Niðurflytarar - ÍF og TB

 

Uppflytarar - Skála og AB