B36 snávaði í Trongisvági

B36 misti í oddastríðnum - TB/FCS/Royn var á odda og vann sær týðandi stig til botnstríðið.

Seinasti dysturin í 17. umfari í Betrideildini varð spældur í Trongisvági í dag, har TB/FCS/Royn og B36 hittust í einum útsettum dysti vegna Europa League-luttøkuna hjá B36.


Tað vóru broytingar á báðum liðum. B36 mátti klára seg uttan teir báðar skaddu Lukasz Cieslewicz og Alex Mellemgaard, og harnæst valdi B36-venjarin at spara Meinhard E. Olsen og Andrias Eriksen frá byrjan. TB/FCS/Royn var uttan skadda Pape Mamadou Faye og leikbannaðu Ibrahim Arifovic og Dánjal Godtfred.


Heimaliðið hevði lotið undan í fyrra hálvleiki, og smáar tíggju minuttir fyri leiklok løgdu teir seg á odda 1-0. Tað var tann stóri Reidar Dahl Joensen, sum stútaði bóltin í málið. Hetta sá út til at blíva hálvleiksstøðan, men beint undan steðginum javnaði B36 til 1-1. Tað var nýggi B36-arin, Michal Przybylski, sum skoraði.


Í seinna hálvleiki hevði B36 lotið undan og spenti álopsbogan við at skifta Meinhard E. Olsen inn, men hóast yvirvág í spælbýti og møguleikum, so eydnaðist tað ikki at fáa mál. Kaimar Saag hevði bóltin í málinum í yvirtíðini, men hjálpardómarin hevði flaggið á lofti og veitraði fyri rangstøðu.

 

TB/FCS/Royn lúrdi eftir umstillingum og hevði eisini nakrar rímiligar støður, men tað komu ikki fleiri mál í dystinum. Tað endaði við 1-1-javnleiki, og tað munnu teir úr Suðuroy helst vera best nøgdir við.


Við javnleikinum fekk TB/FCS/Royn eitt týdningarmikið stig á kontuna til botnstríðið, har teir nú eru sjey stig røttu megin niðurflytingarstrikuna. B36 man hinvegin iðra seg um at tað bara bleiv til eitt stig, tí nú vikuskiftið verður gjørt upp, hava teir mist eitt fet í mun til hini liðini í fremru helvt. Tað eru trý stig upp til Víking á fjórða plássi og fýra stig til NSÍ á triðja plássi. B36 hevur tó ein dyst tilgóðar ímóti 07 Vesturi.


TB/FCS/Royn – B36 1-1 (1-1)

1-0: Reidar Dahl Joensen, 37.

1-1: Michal Przybylski, 45.


Betrideildin – støðan

1. HB 43 stig (17 dystir)

2. KÍ 41 stig (17 dystir)

3. NSÍ 33 stig (17 dystir)

4. Víkingur 32 stig (17 dystir)

5. B36 29 stig (16 dystir)

6. Skála 18 stig (17 dystir)

7. EB/Streymur 17 stig (17 dystir)

8. TB/FCS/Royn 15 (17 dystir)

9. AB 8 stig (17 dystir)

10. 07 Vestur 4 stig (16 dystir)