Tað var einki at rafla um, tá ið FC Hoyvík í kvøld á niðara vølli í Gundadali hevði vitjan av grannunum í B36.
Árstalsfelagið vann 7-1, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 4-0, og eftir at B36 hevði verið á odda 7-0, tá ið ein lítil tími var farin.
Harvið hevur B36 tryggjað sær pláss í hálvfinaluni í steypakappingini. Hini liðini í hálvfinaluni eru ÍF, Víkingur og EB/Streymur.
Lutakastið til hálvfinaluna verður í 3-2 ítróttarsendingini mánakvøldið. Hálvfinalurnar verða spældar 20. mai, sum er Kristi himmalferðar dagur, og týsdagin 8. juni.
FC Hoyvík-B36 1-7 (0-4)
Dómari: Alex Troleis
0-1: Bárður Olsen 17.
0-2: Hjalgrím Elttør 36.
0-3: Jákup á Borg 44.
0-4: Símun Joensen 45.
0-5: Jákup á Borg 49.
0-6: Christian R. Mouritsen 56.
0-7: Magnus Olsen 58.
1-7: Sunnleif Jacobsen 73.