Týskvøldið skal B36 spæla fyrra undan undankappingardystin í Champion League móti meltesiska meistaraliðnum, Valletta.
Ferðalagið fór úr Føroyum fríggjamorgunin og umvegis Edinbourg og London, lendi ferðalagið á Malta í gjárkvøldið. Tað eru yvir 30 hitastig á feriuoynni í dag, og tað er ein avbjóðing.
Millum skal drekkast minst fýra til fimm litrar av vatni bara fyri at halda veskujavnvágina. B36 liðið hevur verið ein túr í morgun og hevur sína fyrstu venjing í kvøld. Liðið venur í kvøld og annaðkvøld á venjingarvølli, meðan venjingin dagin undan dystinum verður á sjálvum leikvøllinum.
Úr B36 fegnast tey um, at spælararnir nú hava nakrar dagar at venja seg við hitan. Trupulleikar við ferðing gjørdu, at liðið mátti framskunda dystin móti NSÍ, so ferðast kundi tíðliga í gjár. Liðið hevur nú tríggjar dagar at venja seg við hitan á Malta.