B36 sum av torvheiðum úr Trongisvági

Hóast B36 var í álopsstøðu mest sum alla tíðina, so var tað TB, sum vann fyrru hálvfinaluna árstalsfelagnum, sum tað nú er trýst á undan seinnu hálvfinaluni

Steypafótbóltur er nakað heilt fyri seg. Soleiðis var tað leygardagin, tá ið favorittarnir í Manchester City løgdu rygg til tap ímóti undirtippaða Manchester United. Tað var í FA Dup finaluni, sum Manchester United vann.

 

Í kvøld var B36 stórfavorittur í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Tað var í Trongisvági ímóti TB, sum spælir í næstbestu deildini. TB vann 1-0, men tað er ikki víst, at TB sleppur at spæla finalu, tí sipanin er soleiðis, at favorittarnir í B36 fáa nýggjan møguleika í seinnu hálvfinaluni, sum verður í Gundadali mikudagin 19. juni.

 

Sigursmálið skoraði miðvallarin Nikolei Johannesen, tá ið hann fram ímóti dystarenda umsetti brotsspark til mál. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tá ið miðvallarin Markus Thorberg, sum eisini er venjari, varð feldur í brotsteiginum.

 

Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð í góða veðrinum var øgiligur rómur við Stórá. Spælarar og fjepparar fegnaðust, og gamla sirenan, sum so ofta var at hoyra, tá ið TB var upp á tað besta, hoyrdist aftur í kvøld.

 

B36 spælararnir eru sjálvandi ógvuliga vónbrotnir. Teir høvdu bóltin í 95 prosent av tíðini, og teir royndu at toga heimaverjuna sundur. Gilli Rólantsson Sørensen stýrdi meistarliga verjuspælinum, og tá ið B36 spældi seg til góðar málmøguleikar, og tá ið tey umleið 30 hornaspørkini vórðu løgd innfyri, var danski Anders Tønnesen ein knassi í TB málinum.

 

At tað ikki eydnaðist B36 at umseta nakran av mongu góðu møguleikunum til mál sigur nógv um, hvussu støðan í løtuni er hjá B36.