27 nýggir lærarar

Tað var hátíðardámur í Norðurlandahúsinum í gjár, tá ið lærarar, námsfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar fingu handað prógv.

Tað skrivar Skúlablaðið:

 

Tað var stúgvandi full høll í Norðurlandahúsinum í morgun, tá ið prógvhandan var. 27 lærarar, 20 harav 20 kvinnur og 7 menn, fingu prógv.

 

Martin Tvede Zachariasen, rektari, beyð vælkomin, og Magni Mohr, dekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, bar fram røðu. Fyri tey lesandi bar Jórun Maria Lamhauge Dalbø fram røðu. Tónleikaframførsla var við Elinborg Pálsdóttur, og síðan bar Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, fram røðu.

 

Eftir hátíðarligu prógvhandanina var ábit. Formaður Føroya Lærarafelags, Jacob Eli S. Olsen, læt hvørjum einstøku lærara eina heilsan frá felagnum og Bókadeildini hjá Føroya Lærarafelag. Tey fingu nýggju og flottu bókina Surr, eitt bókamerki frá Bókaklubbanum, ein penn frá Lærarfelagnum og eitt net, sum næmingar í Skála skúla hava seymað. 

 

Landsstýrismaðurin byrjaði og endaði røðu sína við einum ørindi í einum sálmi, sum hann hevði lært í morgunsangnum í fyrsta flokki í Fuglafjarðar skúla. Sálmurin var “Nú skínir sólin bjarta” eftir Símum av Skarði:

 

1. Nú skínur sólin bjarta

 

og gyllir fjøll og líð

 

hon lívgar blómurnar, á foldum vaksa;

 

nú gleðast baldursbráin

 

og smæran so fríð,

 

og fuglar úr reiðrunum nú flaksa.

 

4. Tøkk fyri, at tú hevur,

 

mín kæri, góði Gud,

 

mær givið evni til títt verk at skoða;

 

fylg mær og verð tú hjá mær,

 

tá eg nú fari út,

 

- nú sólin í fjøll og líð man roða!

 

##med2##

 

Føroya Lærarafelag ynskir nýggju lærarunum til lukku við lærarapróvnum og vælkomnum í lærarayrkið.

 

##med3##

 

##med4##

 

Vakra netið hava næmingar í Skála skúla gjørt. Alt gáva til allar nýggju lærararnar.

 

Næmingarnir í Skála skúla seyma net úr endurnýtslutoyi, sum tey selja í handlinum á Skála og í Reyðakrossbúðunum. Allur vinningurin fer óskerdur til Reyða Kross.