Fótbóltur
Í B36 kundu tey í gjár fegnast um, at arbeiðs- og uppihaldsloyvið hjá nýggja nigerianska áleyparanum, Patrick Sunday Okoro, er komið í rættlag. Nýggi maðurin kom inn seinastu løtuna av dystinum móti HB, og spurningurin nú er, um hann eisini verður millum teir fyrstu ellivu, tá Víkingur kemur á vitjan í Gundadali.
Og tað er kanska ikki heilt óhugsandi. Við Inga Højsted á skaðalistanum, leikbanni til Klæmint Matras og einum ivasomum Odmar Færø er mest suim allur bulurin á B36-miðvøllinum burtur. Og tí er ikki óhugsandi, at Hanus Thorleifsson verður togaður longur inn á vøllin, og at pláss tí verður fyri nýggja áleyparanum.
Hjá Víkingi er talan ikki um heilt somu trupulleikar. Har er setningurin hjá Anton Skoradal fyrst og fremst, at liðið skal reisa seg eftir tapið móti ÍF fyri viku síðani. Til hetta hevur venjarin allar mans tøkar, og so er spurningurin, um hann hesa ferð fer at blanda sær kortini øðrvísi.