Hjá smádreingjum spældu B36 og KÍ steypafinalu í ár. Dysturin endaði við 4-1 sigri til B36. KÍ legði seg annars á odda í finaluni við máli, sum Bárður Hansen skoraði longu eftir 4 minuttir. Men longu fyri hálvleikssteðgin hevði B36 svarað aftur við trimum málum, og í seinna hálvleiki skoraði B36 enn eitt mál, so steypasigurin var heima. Málskjúttar vóru Borgar Debes og Rasmus Sørensen, sum skoraðu tvey mál hvør. Niclas Davidsen handaði B36 Cadburysteypið.