B36 er vinnari av klaksvíkskappingini 2016. B36 vann á Víkingi aftaná brotssparkskapping.
Støðan aftaná vanliga leiktíð var javnleikur 2-2. Róaldur Jakobsen legði B36 á odda aftaná 25 minuttirs spæl. Tá 54 minuttir vóru farnir økti Lukasz Cieslewicz til 2-0, og B36 var á sigurskós, men Víkingur vildi tað øðrvísi. Tá 72 minuttir vóru farnir minkaði Fannhard Skoradal um munin til 1-2, og seks minuttir seinni javnaði Filip Djordjevic til 2-2. Neyðugt var við brotssparkskapping, og vann B36 brotsparkskappingina 7-6, og dystin samanlagt 9-8.
KÍ vann dystin um 3. plássið ímóti NSÍ. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 0-0. KÍ vann brotssparkskappingina 8-7.