B36 vann trygt á Argjum

B36 var á odda 2-0 í hálvleikinum og økti í seinna hálvleiki

B36 vann tryggan sigur á Argjum í dag. Úrslitið var 3-0.

 

Álopsspælarin Brian Jakobsen legði B36 á odda 10 minuttir fyri hálvleik, eftir at Magnus Egilsson legði innfyri. Brian stútaði bóltin í málið.

 

Tríggjar minuttir seinni økti Michal Przybylski til 2-0. Hann lá framvið, eftir at AB málverjin hevði bjargað roynd á málið, og AB verjan ikki fekk ruddað burtur. 

 

Michal hevur havt minni skaða at dragast við, men hann varð skiftur inn eftir hálvan tíma, tá ið Benjamin Heinesen fór skaddur av vølli. Í seinna hálvleiki var Michal skiftur útaftur.

 

AB skifti tríggjar spælarar í hálvleikinum fyri at fáa vent gongdini, men tá ið B36 skoraði beint eftir steðgin, var eingin ivi um, hvør fór at vinna. Martin Agnarsson skoraði málið til 3-0, eftir at Bjarki Nielsen hevði lagt flatt innfyri úr vinstru.

 

Í seinna hálvleki royndi AB at koma longur fram á vøllin, men B36 hevði tamarhald á gongdini og vann trygt.

 

B36 hevur nú 13 stig fyri 8 dystir og er undir liðini á EB/Streymi á fjórða plássi.

 

AB hevur 4 stig fyri 7 dystir og er undir niðurflytingarstrikuni.