Heldur ikki í triðju royndini á heimavølli í seks dagar eydnaðist tað KÍ at vinna fulla úrtøku. Sunnudagin endaði tað 1-1 ímóti NSÍ, mikukvøldið endaði tað 1-1 ímóti EB/Streymi, og í frágera góðum fótbóltslíkindum í kvøld stóð KÍ eftir við ongum, tá ið Dagfinn Forná hevði bríkslað fyri síðstu ferð. Júst soleiðis sum tað plagar at vera á Norðoyastevnu!
B36 vann landskappingardystin 2-0. Fyrra málið skoraði Símun Joensen beinanvegin eftir gott uppspæl í høgru og diagonalsending í vinstra borð. Bólturin varð trillaður inn á brotsteigarmarkið og eitt vet úr vinstru sendi klaksvíkingurin í B36 bóltin sera hegnisliga upp í handara málhornið.
So var mótbrekkan hjá dystartroyttu heimamonnunum uppaftur brattari. Í 1. hálvleiki megnaði KÍ bara einar tvær ferðir at skapa spentar støður í B36 brotsteiginum. Gestirnir vóru fyrsta hálva tíman meiri ágangandi í álopspartinum, og tað var onkrar ferðirnar tætt við, men neyvleikin var ikki nóg stórur, tá ið teir vóru í KÍ brotsteiginum.
Páll Klettskarð og Álvur F. Christiansen vóru ikki millum teir fyrstu ellivu hjá KÍ. Teir komu á vøllin eftir steðgin, men tað kom ongantíð orduligur broddur í álopspartin hjá heimliðnum. Tað kendist sum um, at spælararnir so fegnir vildu, men teir høvdu ikki yvirskotið, sum skuldi til.
Fram ímóti dystarenda var B36 alt títtari í KÍ brotsteiginum, og tað eydnaðist at staðfesta sigurin. Súni Olsen sendi hornaspark innfyri úr høgru, og eftir eitt sindur av aftur og fram í brotsteiginim var tað Rasmus Dan Sørensen, sum sendi bóltin upp undir nettakið. Stórur fagnaður í B36, sum fyri fyrstu ferð síðani 21. apríl fór av vøllinum við fullari úrtøku. Sigurin í kvøld ber við sær, at B36 - í hvussu so er inntil seinnapartin í morgin - er á fjórða plássi við 16 stigum.
KÍ er framvegis á øðrum plássi við 18 stigum. Avrikið í kvøld var ikki serliga hugaligt. Ein partrur av frágreiðingini kann vera, at spælararnir eru troyttir av óvanliga tøttu dystarskránni - ófatuligt at stevnudysturin var í kvøld og ikki í morgin - men tað skerst ikki burtur, at spælararnir tykjast ávirkaðir av, at teir nú hava spælt fimm dystir - ein í steypakappingini og fýra í landskappingini - uttan at tað hevur eydnast teimum at vinna.
KÍ-B36 (0-2)
0-1: Símun Joensen 4.
0-2: Rasmus Dan Sørensen 90.
Dómari: Dagfinn Forná
KÍ: Meinhard Joensen - Gunnar Christiansen, Oddmar Marsten, Jógvan Isaksen, Heðin á Lakjuni - Ivan Joensen, Atli Danielsen - Kristoffur Jacobsen (Páll A. Klettskarð, 46.), Hjalgrím Elttør, Ísak Smonsen (Álvur F. Christiansen, 48.) - Heðin Klakstein (Johan Jacobsen, 63.)
Gult kort: Heðin á Lakjuni
B36: Tórður Thomsen - Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Martin Pedersen, Símun Joensen - Høgni Midjord (Benjamin Heinesen, 67.), Róaldur Jacobsen, Súni Olsen, Gilli Sørensen - Jákup á Borg (Rasmus Dan Sørensen, 78.), Adeshina Lawal
Gult kort: Høgni Midjord, Róaldur Jacobsen
Hinir dystirnir í 12. umfari verða spældir í morgin
NSÍ-TB
EB/Streymur-HB
07Vestur-ÍF
AB-Víkingur