B36 venjarin vil víðari

Champions League: Eyðun Klakstein vil sleppa at spæla móti Reyðu Stjørnu

- Vit fara eftir stóra úrslitinum, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá B36, ið tapti fyrra dystin á Malta 1-0. B36 hevur allar 22 mans tøkar fyri fyrstu ferð í ár undan returdystinum móti B36.

 

22 mans klárir

B36 hevur ein breiðan og góðan hóp, men sjálvt tvífaldu meistararnir hava verið sperdir í løtum í ár, tí spælarar hava verið skaddir. Fyri fyrstu ferð í ár røkist tó fyri, at B36 hevur allar 22 spælararnar í hópinum tøkar til ein dyst.

 

- Status er, at eg havi 22 frískar mans, sum vilja byrja inni. Allir eru klárir og tað er fyrstu ferð í ár. Tað er ein positivur trupulleiki, sigur Eyðun Klakstein, og vísur millum annað á Champions League dystirnar í fjør móti New Saints úr Wales, tá B36 var fleiri spælarar uttanfyri.

 

Lukasz Cieslewicz hevur meldað seg tøkan fra byrjan, meðan einsta undantakið er Tórður Thomsen, sum stríðist við gikt í løtuni.

 

- Eg vænti ikki tað verða meiri enn ein ella tvær broytingar frá seinast. Tað er sannlíkt, at Lukasz Cieslewicz byrjar, sigur Eyðun Klakstein.

 

Bróta teir niður

Venjarin hjá B36 hevur sæð fleiri dystir hjá Valletta FC. Tí er uppleggið ikki komið av ongum, men hann sá eisini seinastu tjúgu minuttirnar, at mótstøðuliðið ikki orkar eins væl og føroyska liðið.

 

- Hetta er Champions League og vit kunnu ikki leypa framav, men vit skulu arbeiða teir niður. Vit orkaðu betri enn teir seinastu 20 minuttirnar á Malta. Tá skapa vit líka nógv sum teir allan dystin. Fyrsta tíman skulu vit hava ferð á spælinum, flyta bóltin nógv og fara í allar tvídystirnar. So hava vit ein størri møguleika at koppa teimum móti endanum, sigur Eyðun Klakstein.

 

Hann sigur, at tað serliga er maðurin við 27 talinum hjá teimum, Jonathan Bentiez úr Brasil, ið saman við tveimum argentinskum spælarum, ið B36 verjan skal halda eyga við.

 

Gundadalur ein fyrimunur

Dysturin verður spældur á ovara vølli í Gundadali, í mun til á Tórsvølli í fjør. Tað er ein fyrimunur heldur venjarin.

 

- Vit vilja helst spæla á ovara vølli. Tað er okkara heimavøllur og tað er Tórsvøllur ikki, sum er eitt sindur tyngir og størri at spæla á. Ovari vøllur er okkara heim, og hava fingið góð úrslit meðan eg havi verið venjari her, sigur venjari og leggur afturat:

 

- Vit vilja spæla móti Reyðu Stjørnu. Eg havi verið har fyrr og tað er faktastiskt, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá B36.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá Champions League dystinum móti Valletta FC, sum byrjar klokkan 18. Rás2 sendir eftir tíðindini klokkan 17.