Alt talaði fyri, at grannauppgerðin við Løkin í gjár fór ikki at verða øðrvísi enn tær undanfarnu, tí bæði NSÍ og B68 stríðast fyri lívinum í niðara enda á stigatalvuni. FC Suðuroy hevur ikki havt ordiligan puls leingi, men har er altso eitt pláss aftrat undir niðurflytingarstrikuni, og tað mesta av kappingarárinum hava annaðhvørt NSÍ ella B68 ligið á tí plássinum.
Í longri tíð hevur tað verið B68, sum undan dystinum í gjár ikki hevði vunnið í sjey dystum, men bara fingið tveir javnleikir. Síðsti sigurin hjá toftamonnum var síðst í apríl, tá B68 vann 2-1 á B36 í Havn, so tað hevur ikki verið nakar serligur standur á Toftum. At so tríggir av spælarunum hjá B68 til í ár hava verið millum berandi kreftirnar hjá NSÍ, var bara ein eyka spenningur í myndini.
Hinvegin hevði NSÍ vunnið tríggjar av teimum síðstu fimm, fingið ein javnleik og tapt ein, og um tað eydnaðist NSÍ at vinna hesa ferð, var møguleiki at sleppa seks stig fram um B68 og møguliga at taka TB eisini. Aftaná kundu runavíkingar so bara iðrað seg um, at hevði NSÍ vunnið í gjár, so hevði liðið nú verið á sjeynda pláss, tí TB fekk bara eitt stig í sínum dysti.
Alt samalt var hetta tí myndin av einum dysti millum tvey lið, ið avgjørt ikki teljast millum tey bestu, men tvørturímóti berjast fyri lívinum og fyri at yvirliva í Effodeildini. At hetta vóru tvey illa sperd lið, sást eisini aftur í dystinum, tí hvørgin parturin megnaði at lyfta seg so mikið, at talan gjørdist um ein góðan ella væl spældan dyst.
Tá avtornaði, vann B68 2-0, sum eisini var fult uppiborið, tí toftamenn fóru eftir sínum kjansum og fingu brúkt tveir av teimum til at skora mál. Hinvegin hevði NSÍ bóltin sera nógv, men megnaði ikki at skapa meira enn ein hálvan kjans í hvørjum hálvleiki, og lítið sást til dygdirnar, ið hava koppað bæði B36 og TB, og sum hava givið unga liðnum javnleik ímóti Víkingi.
Gott leiðslumál
Sum vant, var fyrsta løtan eitt sindur trilvandi, men rættiliga skjótt kom til sjóndar, at B68 vildi meira og legði størri orku og vilja í dystin. So við og við gjørdust toftamenn meira ágangandi og málsøkjandi, og tá Christian Høgni Jacobsen spældi stutt út í høgru til Jónleif Højgaard, ið smekkaði til og rakti yvirliggjaran, lá líkasum í luftini, at B68 kundi fáa eitt mál.
Tað kom burtur úr hesi somu støðuni, tí bólturin stakk í yvirliggjaran og út á brotsteigarmarkið, har tað endaði við frísparki til B68. Í staðin fyri at royna ímóti málinum, trillaði Óli Olsen bóltin stutt til Jónleif, sum staddur mitt fyri høgdi til og sendi bóltin í málið til 1-0. Ein frálík frísparkskombinatión, ið álaði NSÍ-verjuna sundur og gav B68 eina leiðslu, ið longu tá ikki var óuppiborin.
Eina góða løtu aftan á málið var tað framvegis B68, ið var tónagevandi, og NSÍ rann fyri tað mesta aftaná ella slett ikki. B68 fekk nógvar bóltar fram í álopið, men uttan at fáa nakað burtur úr teimum, og so við og við kom NSÍ meira upp í dystin. Onkuntíð eydnaðist at hava fleiri sendingar sínamillum, uttan at B68 ordiliga fekk fatur í bóltinum, men fyri tað mesta var tað púra vandaleyst.
Síðsta korterið av fyrra hálvleiki fór B68 longur og longur aftur á vøllin, og í undanvindinum royndi NSÍ at fáa lagt trýst á. Tað eydnaðist ikki meira enn hálvavegna, og frægasta møguleikan átti Jann Martin Mortensen, tá hann skrúvaði eitt skot út um Hans Jørgensen í B68-málinum og á stongina. Men inn fór bólturin ikki, men sprakk útaftur í føvningin á heldur bilsna málverjanum.
Kundu vunnið meira
Í seinna hálvleiki helt dysturin fram upp á sama máta, at NSÍ hevði bóltin fyri tað allarmesta, men bara trillaði og trillaði, til bólturin bleiv mistur til ein toftamann ella útav. B68, sum mestsum ikki skapti ein spældan málkjans í ein heilan tíma av dystinum, megnaði heldur ikki tað stóra, men tá tað so endiliga bragdaði aftur, kundi tað næstan bara henda upp á tann mátan, sum tað nú gjørdi.
Meðan NSÍ var í ferð við at byggja upp har afturi, eydnaðist B68 at taka bóltin, og so gekk skjótt hinvegin. Jónleif Højgaard, sum í fyrra hálvleiki hevði víst fleiri dømi um sín skjótleika, stormaði fram í vinstru síðu og spældi so innfyri til Óla Olsen, ið púra leysur kundi smekka bóltin í málið, so sigurin hjá toftamonnum nú kundi staðfestast, hóast ellivu minuttir enn vóru eftir á klokkuni.
At B68 vildi meira og legði størri orku og álvara í uppgávuna, sást eisini aftur í innsatsinum, tí her var einki hálvhjartað tvætl hjá toftamonnum. Teir fóru 100 prosent inn í hvørja takling og hvørja kapprenning, og bara síðstu tíggju minuttirnar gav tað B68 trý gul kort, meðan NSÍ einki fekk allan dystin. Akkurát viljin var nógv størsti munurin á liðunum, og hann bar hesa ferð B68 til sigurs.
Ímóti endanum kundi B68 eisini vunnið enn meira, tí Keita hevði eina ferð tvær skotroyndir í einari, har Kristian Joensen í NSÍ-málinum pareraði ta fyrru og tann seinna fór langt uppum. Undan tí hevði Christian Høgni eisini roynt at komið í góðar støður, men honum ansaðu NSÍ-ararnir rættiliga væl eftir. Harumframt hevði Jónleif eisini onkra góða roynd aftrat.
NSÍ hevði ein møguleika, tá Klæmint A. Olsen í yvirtíðini gjørdist leysur, men ikki ordiliga fekk frið at skjóta, og tí kundu toftamenn fegnast eftir seinasta bríkslið, meðan innanmenninir kundu iðra seg um, at teir ikki vóru nóg nærverandi. Liðini eru nú aftur jøvn í stigum, so framvegis munnu tey arga hvønnannan við, hvør teirra eigur NSÍ a og hvør eigur NSÍ b…