B68 fær áleypara úr NSÍ

Toftamenn hava verið á veiðu við Løkin í Runavík. Í troli kom ein fryntligur áleypari

Steffan Abrahamsson Løkin spælir komandi kappingarár við B68. Hann skiftir frá grannunum úr NSÍ, har ungi áleyparin hevur fingið nakrar møguleikar á besta liðnum, men hevur fleiri minuttir á næstbesta liðnum.

B68 er flutt upp í bestu deildina og hevur longu fingið tilgongd av Lukaszi Cieslewicz úr Víkingi, Hjalta Strømsten úr Skála og norska málverjanum, Erlend Jacobsen. Hann er komin úr Tromsø IL í Norra.

Steffan Abrahamsson Løkin er sonur Abraham Løkin, sum hevur spælt við B68 í trimum umførum. Hann er uppvaksin í NSÍ og var í fjør útleigaður til EB/Streym, har hann av álvara slapp at royna seg í bestu deildini.

Í ár hevur hann verið avloysari hjá Peturi Knudsen og Klæminti A. Olsen í álopinum hjá NSÍ, men annar bleiv ársins spælari, meðan hin bleiv toppskjútti í deildini. Tí hevur spælitíðin kanska ikki verið so nógv.

##med2##