Tað hevur gingið væl hjá nýggja B68 liðnum í steypakappingini, og tað gekk væl, tá Jóannes Jakobsen og hansara menn í fyrsta landskappingardystinum fingu vitjan av nýggja vágaliðnum.
FS Vágar hevði einki ímóti, at tað var málleyst. Teir løgdu verjugarðin einar tíggju metrar inni á egnari hálvu, og so dúvaðu teir upp á, at tað í snarálopi skuldi eydnast at skapa møguleikan fyri einum máli. Fleiri ferðir var um reppið, at teir spældu seg til møguleikan, men tað var tætt við og næstan.
Næst við at skora vóru teir, tá Birgir Joensen miðskeiðis í 1. hálvleiki sneiddi framvið tveimum og eitt sindur úr vinstru royndi við skoti, sum Magnus Pouslen hálvbjargaði til horna. Í høgru var Hannus Olsen púra leysur, men tað mundi Birgir Joensen ikki síggja.
Verjuparturin var sum oftast tryggur. Darius og Zilva vóru tryggir í miðverjuni, og á miðvøllinum gekk liðformaðurin Albert Ari Thomassen undan. Tað hevði komið væl við hjá vágamonnum, um teir høvdu megnað at varðveitt bóltin í longum álopum, men hetta var torført hjá teimum, og so gjørdist tað ofta teirra lutur at renna aftaná heimamonnunum. Sovorðið er altíð strevið.
Gott tak á bóltinum
B68 hevur havt undanvind í ár, og tí spæla teri í løtuni við stórum sjálvsáliti. Teir fýra í verjuketuni hava nógvar royndir. Sjálvt um tað er tíðliga á árinum, og bóltførleikin harvið ikki er í topp, so var tað sjónligt, at hesir fýra menninir eru bólttryggir.
Fróði Benjaminsen var tann stóri bóltvinnarin á miðvøllinum, Øssur Hansen tóktist eisini at vera væl fyri, meðan Eyðstein Skipanes í høgru ov ofta varð lopin um í uppspælinum, og Marlon Jorge var alt ov góður við bóltin. Harvið seinkaði hann uppspælinum, og hann misti bóltin fleiri ferðir.
Tað lá í luftini, at B68 skuldi seta hol á. Arnbjørn Danielsen, sum ofta kom framvið, var púra leysur, tá hann stútaði hornasparksinnlegg úr vinstru omanfyri málið, Súni Fríði tøvdi eitt vet ov leingi, tá hann hevði sneitt fleiri av og vildi hava bóltin yvir til høgra bein, og Remi Mikotionis í málinum hjá FS Vágar noyddist í fulla longd, tá hann bjargaði langskotsroynd úr 40 metrum frá Marlon Jorge.
Málið, sum hevði við sær, at FS Vágar noyddist at fara longri fram á vøllin, kom, tá tíggju minuttir restaðu av fyrra umfarinum. Øssur Hansen var í høgru, tá hann spældi eitt tvey við Fróða Benjaminsen, verjan stóð still og úr tíggju metrum í høgru lyfti Øssur Hansen upp um málverjan og í handara síðunetið.
Nervin varðveitt
Longu fýra minuttir eftir steðgin kundi avgerðin fallið. Súni Fríði Johannesen var púra leysur, tá hann stútaði innlegg í kassan. Vágamenn vóru steðgaðir upp, tí teir høvdu sæð linjuverjan veittrað fyri rangstøðu frammanundan. Dómarin hevði latið spælið halda á, tí hann hevði sær ein verjuspælara inni á linjuni. Í fyrstu atløgu góðkendi dómarin málið hjá Súna Fríða, men eftir at hava tosað við linjuverjan kolldømdi hann.
FS Vágar skifti bæði Sonna Johansen og Sjúrð Ellefsen inn í 2. hálvleiki. Vágamenn megnaði at leggja størri trýst á í seinna umfarinum. Toftamenn høvdu ilt við at koma fram á vøllin. At munurin bara var eitt mál hevði við sær, at nervin og spenningurin vóru varðveitt. Besta møguleikan fekk FS Vágar, tá Arnbjørn Danielsen ikki var nóg ansin, men Birgir Joensen sendi í føvningin á Magnusi Poulsen.
Avgerðin fall fimm minuttir fyri leiklok. Eitt sindur av rumbli var í brotsteiginum, áðrenn Fróði Benjaminsen hevði vunnið ein nærdyst og lyft bóltin upp um málverjan, sum var uttarlaga staddur.
Gott lag á toftafólki, og ikki heilt vánaligt á gestunum. Teir fingu eingi stig, men tað var stórur munur á avrikinum hesa ferð, og tá teir í 1995 og 1997 í fyrsta umfarinum taptu ávikavíst 5?0 og 5?1.
B68: Magnus Poulsen ? Jan Petersen, Jan Dam, Arnbjørn Danielsen, Jákup Eli Olsen ? Eyðstein Skipanes, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen, Marlon Jorge ? Súni Fríði Johannesen, Marcello Marcellino
FS Vágar: Remi Mikotionis ? Emil Hentze, Darius Magdisauskas, Zilvanius Zudis, Jack Johansen ? Tór?Ingar Akselsen, Hannus Olsen, Albert Ari Thomassen, Rimvadis Bakus ? John Johansen, Birgir Joensen