B68 heldur í bronsuni

Endiliga eydnaðist tað hjá Marcello at skora, men avrikið á Svangaskarði var ikki serliga sannførandi

 

fótbóltur


Toftamenn eru boysnir. Síðani teir í áttanda umfarinum taptu 2?0 í Gøtu hava teir fingið fult hvøja ferð burtursæð frá tá teir vóru í Vági. Tá endaði tað við javnleiki.

Sunnudagin var uppgávan torfør. Tað tóktust teir vita á Toftum. B68 vann, men tað var alla tíðina spennandi. So tepur leiðsla er lítið at halda um, og hóast EB/Streymur ikki var so málsøkjandi í 2. hálvleiki, so lúrdi møguleikin alla tíðina fyri, at tað skuldi eydnast teimum at fáa javnleikin, sum teir vóru komnir eftir.

Einasta málið kom miðskeiðis í 2. hálvleiki, og talan var um eitt sera vakurt mál. Heimaliðið royndi alla tíðina at spæla tolið og at toga spælið heilt út í síðurnar. Tað eydnaðist við hvørt, men trupulleikin var, at ofta vóru sendingarnar ikki nóg nevyar.

Í álopsmyndingini, sum í síðsta enda bar sigursmálið við sær, riggaði tað heilt væl. Sjøtul varð settur á aftarlaga í vinstru, so varð spælt diagonalt. Jákup Eli Olsen dró eitt sindur inn, Messias, sum var sera sannførandi í miðverjuni, yvirlappaði, innleggið skrúvaði eitt sindur frá málinum, og við handara stólpan tveitti Marcello seg fram og stútaði inn um Gunnar á Steig, sum annars stóð seg væl.

Einki var at undrast á, at málskjúttin hevði ilt við at reisa seg aftur. Tað mundi vera ein øgiligur lætti hjá honum. Í fjør var Marcello alla tíðina væl upplagdur, og hann skoraði eina rúgvu av málum. Í ár hevur ikki gingið væl. Tær seinastu ferðirnar hevur hann ikki verið ímillum teir fyrstu ellivu, og so fekk hann eitt fínt mál.


Ágangandi

Tað var kanska roknandi við, at EB/Strymur fór at koma á Svangaskarð fyri at liggja aftarlaga á vøllinum og dúva upp á møguleikan fyri kontraálopum.

Bergur Magnussen er snúðin. Í staðin fyri at gera, sum tað varð roknað við, so var EB/Streymur framrættað og ágangandi fyrstu løtuna. Og tá var tað, at teir vóru næst við at fáa mál.

Sorin Anghel er ein fínur álopsspælari. Tað hevur hann víst aftur og aftur, og tað vísti hann aftur hesa ferð. Tíðliga hevði hann eitt gott langskot, sum Kjartan Nesá noyddist at benda út til horna, og miðskeiðis í fyrra umfarinum sneiddi hann fleiri av, áðrenn hann úr seytjan metrum og eitt sindur til vinstru sendi flatt og dygst framvið handaru stólparótini.

Í 2. hálvleiki var EB/Streymur meiri í leiklutinum, sum teir plaga at vera í. Onkra ferðina vóru teir skjótir fram við fleiri spælarum, eftir at teir høvdu steðgað B68 álopum, men teir komu ikki nærri enn nær við og næstan.


Opnaðu síðurnar

B68 megnaði ikki at vísa støðugt og gott spæl. Fróða Benjaminsen er týdningarmiklasti maðurin í framrættaða spælinum. Tað sást eisini hesa ferð, men ikki so væl, sum tað ofta hevur gjørt. Knút Vesturtún lá so at siga alla tíðina tætt í landsliðsmanninum.

Hans Fróði Hansen stýrdi verjuni væl, og so royndu toftamenninir aftur og aftur at koma ígjøgnum í borðunum. Í 1. hálvleiki eydnaðist tað ikki so ofta, men í 2. hálvleiki var tað lættari.

Arnold Joensen breyt fleiri ferðir ígjøgnum aftarlaga á EB/Streyma hálvuni, hann kom til baklinjuna, men einki kom burturúr innleggunum.

Síðstu løtuna kom Kristian Poulsen í álopið í staðin fyri Marcello. Fyrrverandi unglingalandsliðs spælarin hevur verið skaddur alt hetta kappingarárið, og í fjør var hann eisini darvaður nógv av skaðum.

B68: Kjartan Nesá ? Oleif Joensen, Hans Fróði Hansen, Messias Perreira ? Jann Ingi Petersen, Arnold Joensen, Fróði Benjaminsen, Jan C. Dam, Jákup Eli Olsen ? Súni Fríði Johannesen, Marcello Marcellino

EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Jákup Martin Joensen, Andrzej Pacek, Ólavur Poulsen, Alfred Jacobsen, Esmar Eiðisgarð ? Ronnie Samuelsen, Knút Vesturtún, Eyðfinnur Joensen ? Jón Sigurd Gleðisheygg, Sorin Anghel