Tað gongur við rúkandi ferð hjá B68 at undirskriftirnar upp á pláss. Í kvøld er tað Ragnar Samuelsen, stríðsmaðurin á miðvøllinum, sum hevur longt sáttmálan.
Hann er upprunaliga úr B36 og tað ljóðar, at barndómsfelagið hevur víst honum áhuga í seinastuni. 24 ára gamli “buldribassin” á miðjuni spældi 24 av 27 landskappingardystum. Hann skoraði fýra mál, fekk trý gul kort og tvey reyð kort.
Hann var ein av lyklaspælarunum, tá B68 vann seg í steypafinaluna, sum tó endaði við teprum tapi eftir brotssparkskapping. Við hesum hava B68 og venjarin, Jákup á Borg, longt við spælarar sum Áka Johannesen, Aron Reinert Hansen, Fríða í Túni Petersen, Hjarnar Johansen, Tórð Thomsen og Alex Mellemgaard, umframt tey trý brøðrapørini, Esmar og Karstin Clementsen, Villiam Emil og Bartal Páll Klein, og Aleksandur og Bárður Ó. Jensen.