B68 hevur funnið málverjan

Betri deildin menn: Á Toftum hava tey skift málverja oftan, men nú er líkt til at stabilitetur er komin á økið

B68 hevur tryggjað sær undirskriftina frá danska málverjanum, Benjamini Schubert. Hann kom til felagið í seinnu hálvu eftir at flytingarvindeygað var latið aftur, tí B68 ongan málmann hevði kláran.

 

Á Toftum hava tey latið væl at nýggja málverjanum og arbeitt hevur verið við at leingja sáttmálan. Málmansposturin hevur verið ein avbjóðing hjá B68 í ár. Ikki færri enn seks málmann hava vart málið fyri B68 í landskappingini í ár.

 

Størstu vónirnar vóru til Róa Mørk Hentze, men ein afturvendandi skaði ger, at hann ikki hevur spælt í seinnu hálvu. Ragnar Lindholm tók yvir, men bleiv skaddur. Síðani eru Meinhard Joensen, KÍ, og Jóannes Davidsen, EB/Streymur, leigaðir inn til dystir. Í summar kom Terji Brynjarsson eisini til og spældi onkran dyst, men gavst stutt eftir.

 

Jákup á Borg, venjari hjá B68, hevur peikað á málmanspostin sum eina avbjóðing. Tí er tað óiva við stórari gleði fyri venjaran, at sáttmálin er undirskrivaður. Um vikuskiftið bleiv eisini kunngjørt, at Alex Mellemgaard tekur gaggurnar framaftur, og at Hjalti Strømsten hevur longt sáttmálan.