Tá kappingarárið í fjør var av, boðaði Kjartan Nesá frá, at hann ætlaði sær at gevast við fótbólti á hægsta støði. Kjartan Nesá hevur verið málverji hjá toftamonnum mest sum alla tíðina, síðani B68 kom í 1. deild í 1981. Olaf Magnussen hevur okkurt árið verið fyrsti málverjin størsta partin av tíðini, og í fjør kappaðist Allan Joensen við Kjartan Nesá um plássið millum stólparnar á besta liðnum.
Allan Joensen er framvegis í felagnum, og hann er framvegis evni til málverjuplássið á besta liðnum, men nú hevur hann fingið ein nýggjan kappingarneyta. Talan er um Magnus Poulsen, sum higartil hevur spælt í B36. Í fjør var hann málverji í 2. deild, og hann hevur eisini fleiri ferðir verið málverji á U-16 landsliðnum.
Magnus Poulsen hevur familjurøtur á Toftum, og nú hevur B68 gjørt avtalu við hann um at spæla fyri felagið.
Úr HB og í B68
Í fjør helt samstarvið millum HB og Johan Nielsen uppat mitt í kappingarárinum. B68 hevði havnarmannin til venjara restina av kappingarárinum, og síðani vildi Johan Nielsen ikki halda fram á Toftum. Hann fór aftur til Gøtu, har hann hevði verið frammanundan samstarvinum við HB.
Sunnudagin gjørdist greitt, at ein fyrrverandi HB venjari verður fastur fúsur á Svangaskarði í ár. Oddbjørn Joensen verður hjálparvenjari hjá Peturi Simonsen. Toftamenn hava vant í eina góða viku, og vera líkindi at venja, so verður Oddbjørn Joensen fyrstu ferð á vøllinum í kvøld.
Umframt at hava ábyrgdina av liðnum í 3. deild, skal hann venja unglingarnar hjá B68. Toftamenn siga, at teir hava ein breiðari unglingahóp í ár, enn teir hava havt í fleiri ár. Í fjør spældu onkrir unglingar á liðnum í 2. deild, og tað kom fyri, at onkur eisini var á 1. deildarliðnum.