FÓTBÓLTUR
Føroya Tele verður eisini í nýggja kappingarárinum høvuðsstuðul hjá B68. Fríggjadagin varð sáttmáli undirskrivaður á høvuðsskrivstovuni hjá Føroya Tele. Tað vóru stjórin í Føroya Tele, Andras Róin, og formaðurin í B68, Niclas Davidsen, sum skrivaðu undir. Sáttmálin er galdandi fyri 2003.
At Føroya Tele og B68 samstarva er ikki nakað nýtt. Í 1999 varð tvey ára samstarvsavtala gjørd, og aftur í 2001 varð skrivað undir nýggja tvey ára samstarvsavtalu. Nú nýggja eitt ára avtalan er gjørd ber tað við sær, at B68 og Føroya Tele í hvussu so er tilsaman fara at samstarva í fimm ár.
Saman við formanninum í B68 og stjóranum í Føroya Tele vóru eisini onnur umboð hjástødd, tá ið nýggi sáttmálin varð undirskrivaður. Fyri B68 vóru nevndarlimirnir Martin Heinesen og Ólavur Jensen, og fyri Føroya Tele var Richard Mortensen, marknaðarleiðari, hjástaddur.
Harafturat vóru tveir av landsliðsspælarunum hjá B68 hjástaddir. Verjuspælarin Hans Fróði Hansen og miðvallarin Fróði Benjaminsen.