B68 og FSV04 økja um leiðsluna

ÍF misti í toppstríðnum, og mest óvæntaða úrslitið hesa ferð var í Leirvík, har SÍ fekk fulla úrtøku

Fótbóltur

 

B68 og FSV04 stýra ímóti Formula deildini, og tað gongur við rúkandi ferð. Leygardagin fingu bæði feløgini trý stig afturat inn á kontina, og tað munaði eyka nógv, tá ið næstu kappingarneytarnir ikki fingu fult.

ÍF misti tvey stig á stokkinum, tá ið fuglfirðingar vitjaðu á Sevmýri. Eftir hálvan tíma legði Elvan Taser ÍF á odda. Eftir innlegg úr vinstru smekkaði útlendski fuglfirðingurin upp í nettakið.

Síðstu løtuna royndi TB at trýsta. Óli Johannesen var í álopinum, og hann átti uppleggið til málið, sum Olivur Abrahamsen skoraði, tá ið vanliga leiktíðin var farin.

LÍF hevði vitjan av SÍ, og sørvingar fóru vestur aftur við øllum stigunum. Støðutalvan segði, at LÍF var favorittur, og miðskeiðis í 1. hálvleiki legði Andreas Lava Olsen LÍF framum. Leirvíkingar høvdu aðrar møguleikar í 1. hálvleiki. Eitt nú sendu teir eina ferð í stólpan aftanfyri Sunvard Joensen.

Stutt eftir steðgin javnaði Jens Erik Rasmussen við brotssparki, sum varð dømt, tá ið Jørgen Meitilberg varð feldur í brotsteiginum. Tveir minuttir seinni var Jens Erik Rasmussen aftur upp á spæl, eftir at Jørgen hevði spælt hann leysan. Jørgen Meitilbert staðfesti trivaliga og óvæntaða SÍ útisigurin.

B68 vitjaði HB, og toftamenn vóru omaná størsta partin av tíðini. Øssur Hansen átti innleggið úr vinstru, sum Kristian Anton Andreasen umsetti til 1-0. Fyrstu løtuna eftir steðgin spruttaði HB, sum spældi seg fram til onkran møguleika.

Toftamenn settu nakrar ungar spælarar inn á vøllin at spæla síðstu løtuna, og tá øktu teir til bæði 2-0 og 3-0. Í báðum førum var talan um fín langskot. Tað fyrra syrgdi Jann Ingi Petersen fyri, og í seinna førinum var tað innskifti Henning Joensen, sum var málskjútti.

FSV04 hevði vitjan av teimum næstbestu í NSÍ. Heimafavorittarnir vórðu kløkkaðir, tá ið NSÍ beinanvegin legði seg á odda. Tað tóktist sum um, at teir á heimaliðnum steðgaðu upp fyri rangstøðu, og Sonni L. Petersen smekkaði úr vinstru og í málið.

Miðskeiðis í 1. hálvleiki javnaði Elfinn Ørvarodd eftir fríspælt frá Andrzej, og tríggjar minuttir eftir fyrsta FSV04 málið skoraði Sjúrður Ellefsen til 2-1. Jovan Panic átti fríspælingina, og Sjúrður Ellefsen var málskjútti. Jovan Panic átti næstsíðsta fótin á, tá ið Elfinn Ørvarodd økti til 3-1, og toppskjúttin Andrzej staðfesti 4-1 sigurin, tá ið hann eftir innlegg úr høgru snaraði kring seg sjálvan og skoraði.

Botnuppgerðin í Gundadali millum B36 og KÍ endaði 2-2. Talan var um góða manning á báðum liðnum. Heimaliðið var leikliga oman á, men Kristian Andreasen javnaði fyri KÍ til 2-2 í síðstu løtu. Sami miðvallari hevði lagt KÍ framum 1-0. B36 málini skoraðu ungu menninir Sigurd Carlsen og Kristian í Garði.