Tað er heilt nógv fólk í góðveðrinum á Svangaskarði í dag. Áhugin er stórur fyri uppgerðini millum B68 og 07 Vestur, sum kappast fyri at sleppa burtur frá niðurflytingarstrikuni. At tað er so stór ferðsla á Svangaskarð í dag kemst av, at tað er stórur bilafestivalur á Svangaskarði.
Nú er tað greitt, at B68 málverjin Rói Mørk Hentze heldur ikki í dag er førur fyri at spæla. Hann er darvaður av skaða í knænum, men tað varð vónað, at hann fór at vera tøkur í dag. Terji Brynjarsson, sum vardi B68 málið í 3-2 tapinum í Gøtu síðsta sunnudag, er aftur í dag aftasti maður hjá B68.
Hjá 07 Vestur er toppskjúttin Mads Borchers leikbannaður, og Ronni Møller-Nielsen er tøkur aftur eftir leikbann.
-
B68 – 07 Vestur kl. 16.00
Dómari: Kári J. á Høvdanum
B68: Terji Brynjarsson – Fríði í Túni Petersen, Aidan Liu, Hjalti Strømsten, Bárður Ó. Jensen – Aleksandur Ó. Jensen, Tonni J. Thomsen – Hugin Samuelsen, Sebastian Lau Nielesen, Mohamed Samba – Boubacar Sidik Dabo
07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Mathias Voss, Daniel Obbekjær, Eiler Fróðason, Jóannis á Steig – Høgni Egilstoft Nielsen, Martin Tausen – Jasper Van Der Heyden, Janus Svabo Samuelsen, Teitur Olsen - Ronni Møller-Iversen