B68 tapti fyri sjeyndu ferð á rað

Gutti Dahl-Olsen var einasti málskjútti á Svangaskarði, har EB/Streymur við teprum sigri staðfesti fimta plássið, meðan tapið ber við sær, at toftamenn liggja øgiliga tungt í sjónum

Fyri triðju ferð í ár fóru Jákup Martin Joensen og hansara menn av vøllinum við sigri og eftir at mótstøðuliðið einki mál hevði skorað

Jákup á Borg var í dag fyri fyrstu ferð á B68 beinkinum. Undan dystinum heitti hann á B68 viðhaldsfólk um at møta upp og stuðla teirra monnum, ið eru trongdir í botninum.

 

Viðhaldsfólkini hjá B68 vóru ófør at stuðla sínar menn, og toftamenn vístu í løtum hugburðin, sum skal til, um teir skulu hugsa um at lætta sær av aftasta plássi.

 

Men tað eydnaðist ikki B68 at vinna stig í góðveðrinum á Svangaskarði í dag. EB/Streymur vann 1-0. Sigurin ber við sær, at EB/Streymur heldur tørn um fimta plássið. Tað eru fýra stig aftur til AB, og tað eru tvey stig fram til HB.

 

Hetta var sjeynda ferðin á rað, at B68 fór av vøllinum við ongum. Skála og B68 hava fimm stig, og nú sær brekkan út til av álvara at tyngjast. Tað eru fýra stig fram til 07 Vestur á áttanda plássi.

 

Einasti málskjútti á Toftum í dag var Gutti Dahl-Olsen, sum í 10. minutti skoraði eftir sending frá miðverjanum Róa H. Olsen. Hetta var fjórða málið hjá Gutta Dahl-Olsen í ár.

 

B68 legði í seinna hálvleiki nógv fyri í roynd at javna, og heimaliðið spældi seg til stóran málmøguleika eftir innlegg úr høgru, men bólturin endaði á stólpanum.

 

-Tað var ikki so skipað spæl, sum endaði við, at gestirnir fóru við øllum. Undan dystarbyrjan avráddu vit, at spælararnir skuldu leggja alt í avrikið, og tað gjørdu teir, men tíverri eydnaðist tað ikki. Vit hava skorað ov fá mál, og tað eru farin ov nógv mál ígjøgnum. Heldur ikki í dag eydnaðist tað at skora, men vit kunnu gleðast um, at tað var væl frægari í dag, enn tað ofta hevur verið fyrr í ár. Nú fara vit undir arbeiðið at fyrireika heimadystin ímóti NSÍ fríggjakvøldið, og eg vóni og veit, at tað verður ikki neyðugt at siga spælarunum, hvat tað snýr seg um, sigur nýggi B68 venjarin Jákup á Borg.

 

-Hetta var ikki besta fótbóltsspælið í ár, men eg eri nøgdur við, at tað eydnaðist at halda tætt í verjuni, og at vit skoraðu sigursmálið longu í 10. minutti. Nú hava vit vunnið 17 stig og fara við góðum huga at fyrireika okkum næstu ferð at hitta KÍ, sigur EB/Streyma venjarin Jákup Martin Joensen.

 

B68 – EB/Streymur 0-1 (0-1)

 

0-1: Gutti Dahl-Olsen 10.

 

Dómari: Kári J. á Høvdanum

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Fyri triðju ferð í ár fóru Jákup Martin Joensen og hansara menn av vøllinum við sigri og eftir at mótstøðuliðið einki mál hevði skorað