1. deild menn:
B71-B68 1-2 (0-0)
Dysturin millum árstalsfeløgini hevði slíkan týdning, at stóran part av dystinum var spælið merkt av, at hvørki liðið vildi tapa.
Spælt var ikki útilokandi varisliga, men spælararnir lupu ikki fram av, tá teir fóru í álop. Í útgangsstøðuni var javnleikur nóg mikið hjá B68, meðan B71 royndi at fáa sigur til høldar á heimavølli, áðrenn botndystin móti FS Vágum næsta vikuskiftið.
Og sandingar vóru vónbrotnir eftir dystin. Teir spældu seinast hálva tíman móti 10 monnum, eftir at B68?ari aftur hesaferð var útvístur, og teir høvdu síni tilboð at gera mál.
Men B68 skoraði til 2-0, áðrenn Torbjørn Jensen móti endanum minkaði, og toftamenn høvdu so mikið gott tak á støðuni, at sigurin glapp teimum ikki av hendi.
Veteranurin skoraði
Í fyrra hálvleiki gekk spælið báðar vegir, og kjansir vóru til bæði liðini. Beinanvegin hevði B68 góðan møguleika, tá Súni Fríði Johannesen spældi Inga Hansen leysan mitt fyri. Ingi gjørdi nakað skjótt av og skotið fór fram við.
B71 kom fleiri ferðir nær at fáa mál, men tað málið, sum kundi givið fri á liðnum, og betri møguleikar at spæla kontraspæl, kom ikki.
Páll á Reynatúgvu stútaði hornaspark á tvørstongina, og aðrar ferðir kláraðu verjumenn og málverjin Kjartan Nesá í felag at halda bóltin burtur frá meskunum.
Beinanvegin eftir steðgin fekk heimaliðið vátan vøtt í andlitið, tá B68 legði seg fram um 1-0.
Edmund Jacobsen royndi seg við skoti langt úti frá, bólturin endaði hjá Súna Fríða, sum dróg uppá tvørs, men varð feldur. Dómarin Oddmar Andreasen (sum dømdi væl) lat fyrimunslógina galda, og so kundi álopsveteranurin Aksel Højgaard senda upp undir nettakið.
Avgerðin fall
Eftir málið løgdu sandingar meiri fyri fram eftir vøllinum, meðan B68?arnir ansaðu væl eftir. Teir løgdu dentin á verjuspælið, og serliga eftir at Edmund Jacobsen, tá hálvur tími var eftir at spæla, varð sendur av vøllinum eftir næsta gula korið, ráddi um at halda tætt.
Men B68?arnir hava fingið so nógva venjing í at spæla við 10 monnum í ár, at teir nær um duga tað til fulnar, og teir kláraðu eisini at halda tætt í verjuni, samstundis sum teir søktu at málinum hjá B71.
B71 sendi ofta inn í brotsteigin og teir royndu seg móti málinum, men ongantíð bar til at fáa bóltin fram við Kjartan Nesá.
Tá B68 so fór í mótálop tá 13 minuttir vóru eftir at spæla, fall avgerðin í dystinum. Súni Fríði Johannesen dróg langan tein, meðan B71-verjumenninir bíðaðu við at takla. Teir skermaðu av, men tá B71-málverjin kom út ímóti, kláraði Súni Fríði at lyfta upp um hann og í málið.
2-0 til B68, og so var sigurin heima.
Áttu brotsspark
B71 gav ikki upp, og eisini seinastu minuttirnar vístu teir sama góða viljan, sum teir høvdu vísta allan dystin. Torbjørn Jensen minkaði stutt fyri leiklok, tá hann fekk fatur á longum bólti. B68-málverjin bíðaði ov leingi, og tá hann so kom út lyfti Torbjørn upp um hann og stútaði so sjálvur í málið.
B71?arnir áttu í seinna hálvleiki brotsspark, tá B68 bjargaði roynd frá Kára Nielsen (kom inn fyri Símun Jensen í hálvleikinum) við hondini. Men hvørki dómarin ella teir flestu spælararnir sóu hetta, og at Kári veipaði við ørmunum gav einki.
B68 manglaði sweeparan Milosav Bojce, og Eyðfinn Olsen var noyddur at geva avboð undan dystinum. Tí spældi Fróði Benjaminsen aftastur, meðan Edmund Jacobsen og Signar Johannesen vóru uppdekkarar.
B71 stillaði við sínum vanliga liði, og Rúni í Soylu var eisini komin úr Danmark hesaferð. Seinast fekk hann mál, men hesaferð eitt gult kort tað einasta hann gjørdi um seg við í hagtølunum.
B71 ætlaði at tryggjað sær góða útgangsstøðu til dystin móti FS Vágum næsta vikuskiftið, men dysturin verður júst so týdningarmikil, sum hann kann hugsast. Seinasta útkall hjá sandingum verður um eina viku, meðan B68 hevur tryggjað sítt lið í deildini.