B71 er á uppflytingarplássi

1. deild: Tað vóru fýra ymiskir málskjúttar í heimasigrinum ímóti FC Suðuroy

Fyri fjórðu ferð á rað fór B71 í dag av vøllinum við úrtøku.

 

Sandoyingar vunnu seinnapartin 4-2 á heimavølli ímóti FC Suðuroy. Sigurin ber við sær, at B71 hevur 22 stig og er á triðja plássi. B71 hevur spælt 12 dystir, meðan NSÍ, sum er á fjórða plássi, hevur spælt 12 dystir og hevur 20 stig.

 

Um tað eydnast B71 at halda tørn um triðja plássi, so fer tað at bera við sær, at sandoyingar í 2022 aftur vera í bestu deildini. Men enn er kappingin ikki hálvrunnin.

 

Tað plagar at vera Clayton Soares, sum skorar nógv av málunum hjá B71.

 

Soleiðis var tað ikki í dag. Clayton var á vøllinum allar 90 minuttirnar, men hann var ikki millum málskjúttarnar.

 

Støðan í hálvleikinum var 1-0. Málskjútti eftir 20 minuttir var Klayver Schimith Do Nascimenko.

 

Sjey minuttir eftir steðgin økti Joel Vazques um munin til 2-0, og ein minutt seinni skoraði Jonas Warner, og so var tað 3-0. Aron Clementsen økti um munin til 4-0, tá ið tað restaði eitt stórt korter, og so sá tað út til, at talan fór at verða um stóra heimasigur.

 

Men FC Suðuroy svaraði tvær ferðir aftur, og so var úrslitið 4-2. Salmundur Bech minkaði um munin til 4-1, tá ið tað restaðu 13 minuttir, og hann minkaði um munin til 4-2, tá ið tað restaðu níggju minuttir.

 

FC Suðuroy er aftast við átta stigum.

 

Um eina viku skal FC Suðuroy spæla á útivølli ímóti B36, og B71 skal til Klaksvíkar.