B71 fær gávu frá sandingum

Fótbóltsfelagið fær føðingardags- og uppflytingargávu frá Sands kommunu.

Fótbóltsfelagið B71 er hevur fingið eina føðingardags- og uppflytingargávu frá Sands kommunu. Hesum boðar sandportal.fo frá í dag. 

 

Í sambandi við at felagið fyllir 45 ár á nýggjárinum og at mansfelagið flutti eina deild upp, hevur meirilutin í Sands kommunu avgjørt at játta felagnum 15.000 krónur afturat fyri 2014.

- Hetta kemur afturat teimum 60.000 krónunum, sum felagið fær av fíggjarjáttan kommununar, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri.

 

Minnilutin tók ikki undir við hesi eykajáttanini. Páll á Reynatúgvu, bygdaráðslimur, greiðir frá, at játtanin var partur av eini størri broytingaruppskoti, sum innihelt fleiri aðrar broytingar, ið minnilutin ikk kundi góðtaka. Tískil atkvøddi minnilutin ímóti broytingaruppskotinum.

 

Hann vísir annars á, at minnilutin fleiri ferðir hevur lagt fram uppskot um at hækka játtanina til B71, men at hesi uppskotini eru feld hvørja ferð.