B71 flutti ikki upp

Tað eydnaðist væl og virðiliga hjá leirvíkingum at varðveita plássið í næstbestu deildini

 

Royn verður einasta liðið, sum flytir úr 2. og niður í 3. deild, og Skáli verður einasta liðið, sum flytir úr 3. og upp í 2. deild.

Tvey tey síðstu vikuskiftini hava sandoyingar og leirvíkingar verið noyddir at spælt fótbólt, meðan teir samstundis hava hugsað um fjallið.

Longu eftir fyrra dystin, sum var á Sandi næstsíðsta vikuskifti, bendi alt á, at LÍF fer at halda fram í 2. deild, og at teir í B71 kunnu heingja bronsukrónurnar á naglan sum minni um eitt gott kappingarár í 3. deild. Og í vikuskiftinum vórðu ábendingarnar so rudduliga gjørdar til veruleika.

Á Sandi vann LÍF 4?0, eftir at munurin bara hevði verið eitt mál inntil tað restaðu 20 minuttir. Á heimavøllinum í Leirvík vunnu leirvíkingar ikki minni enn 10?0, eftir at teir í hálvleikinum høvdu verið frammanfyri 4?0. Tíverri eydnaðist tað okkum ikki at fáa fatur á dómaraseðlinum, men vit hava frætt, at pólverjarni báðir skoraðu sjey mál tilsaman. Tomek Resel skoraði fimm mál, og Mirek Gil skoraði tvey mál.

Hinum málunum tóku leirvíkingar sjálvir sær av. Ein av ungu spælarunum, Fróði Joensen, skoraði tvey, og fyrsta málið skoraði Jonhard Høgnesen.

jh


30. september

B71?LÍF 0?4 (0?1)

0?1: Kaj Eli Olsen 18.

0?2: Mirek Gil 79.

0?3: Kaj Eli Olsen 82.

0?4: Jonhard Høgnesen 90.


14. oktober

LÍF?B71 10?0 (4?0)

Tomek Resel (5), Mirek Gil (2), Fróði Joensen (2) og Jonhard Høgnesen (1)