B71 hevur javnað

Hóast KÍ fyrstu løtuna hevur verið nærri málinum hjá Símun Rógva Hansen, enn B71 hevur verið málinum hjá Meinhardi Joensen, so er støðan í Klaksvík nú 1-1.

Málskjútti til 1-1 var Símun Hansen, sum av brotsteigarmarkinum sendi bóltin í málið. Tá var ein lítil tími farin.