B71 kiksaði á Svangaskarði

1 DEILD: Teir næstbestu hjá B68 lyftu seg við heimasigri nærri plássi omanfyri niðurflytingarstrikuna

B68 1. deild Mynd: B68

Tað gekk ikki soleiðis á Svangaskarði í dag, sum støðutalvan legði upp til, at tað fór at gera.

 

Næstbesta liðið hjá B68 hevði 8 stig á kontuni, tá ið B71 kom á vitjan við 14 stigum á kontuni.

 

B71 var altso favorittur, men tað var B68, sum vann 1-0. Flaggdagin átti B71 heimavøll ímóti B68, og tá var úrslitið 6-0 til B71.

 

B68 hevur nú 11 stig, og tað er bara eitt stig fram til FC Hoyvík, sum er á áttanda plássi, og tað eru trý stig fram til B71, sum er á sjeynda plássi.

 

Einasta málið í góðveðrinum á Svangaskarði í dag skoraði Hilmar á Regni Højgaard miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Hilmar er toppskjútti hjá B68 við trimum málum.

 

Hetta var triði sigurin hjá B68 í ár. B71 hevur vunnið fýra ferðir.

 

Um tvær vikur fer B68 at spæla á útivølli ímóti toppliðnum á Skála, og tá fær B71 vitjan av Víkingi.

 

 

 

B68 1. deild Mynd: B68