B71 knógvaði hoyvíkingum

1. DEILD: FC Hoyvík er fýra stig frá niðurflytingarstrikuni

Henrique Quadros úr Brasil, sum her sæst saman við B71 formanninum Karl Vidtfeldt, hevur síðani summarsteðgin verið miðvallari hjá B71

Tvey av teimum fýra feløgunum, sum eiga sítt besta lið í næstbestu deidini, eru B71 og FC Hoyík. Stigatalvan sigur, at tað hevur ikki gingið serliga væl hjá hesum báðum feløgunum.

 

Í gjár hevði B71 vitjan av FC Hoyvík, og heimaliðið vann 3-1. Úrslitið ber við sær, at sandoyingar nú eru sjey stig frá niðurflytingarstrikuni. B71 eigur heimadyst ímóti teimum næstbestu hjá HB á. Hann er útsettur til 25. september.

 

Jónatan Kjærbo, sum ólavsøkudag fylti 19 ár, legði longu í sjeynda minutti heimaliðið á odda. Hetta var fjórða málið hjá honum í ár. Tá ið eitt lítið korter var farið, økti B71 um munin til 2-0. Tá var tað Romulo Bosqueiro, sum var málskjútti. Hetta var fimtu ferð, at 22 ára gamli brasilumaðurin var málskjútti í ár.

 

Lítla løtu undan steðginum kom spenningur í aftur, tá ið B71 gjørdi sjálvmál, men miðskeiðis í seinna hálvleiki staðfesti Tijani Mohammed 3-1 heimasigurin. Hann er toppskjútti í næstbestu deildini við 12 málum.

 

Síðani summarsteðgin hevur tað ikki hilnast nakað serligt hjá FC Hoyvík, sum í ólavsøkuumfarinum tapti 3-1 á heimavølli ímóti NSÍ. Tað eru fýra stig frá B68, sum er undir strikuni við 14 stigum, og fram til FC Hoyvík, ið er á 8. plássi við 18 stigum.

 

Leygardagin fær FC Hoyvík vitjan av teimum næstbestu hjá B36, og tá fer B71 at spæla á útivølli ímóti NSÍ.

 

Henrique Quadros úr Brasil, sum her sæst saman við B71 formanninum Karl Vidtfeldt, hevur síðani summarsteðgin verið miðvallari hjá B71