Klokkan var farin nakrar minuttir av trý, tá tað leygardagin varð farið undir fyrsta FM kappróðurin í Miðvági. Upprunaliga var ætlanin, at ungdóms? ella barnaróðurin skuldi verða fyrstur, men hetta varð broytt, so hesin róðurin varð aftaná FM róðrarnar.
Formaðurin í róðrarfelagnum í Miðvági helt leygardagin fyri, at tað var um í einum baðikari, tá hann skuldi geva eina mynd at umstøðunum at rógva kapp innanfyri grótkastið í Miðvági. Tað vísti seg, at hann Hans Jákup Jacobsen var á beinari leið. Um nakað var at finnast at, so skuldi tað verið, at bátar, sum ikki høvdu nakað við róðurin at gera, vóru í so tætt at róðrarøkinum.
Klokkan var tíggju minuttir í hálvgum sjey, tá 10?mannaførini vóru komin á mál. Tískil varð tíðarmetið, sum var ein tími og seks minuttir, standandi. At taka tað var einki mál í sær sjálvum, helt formaðurin í Miðvági undan vestanstevnuni. Tað ráddi um at fáa róðrarnar væl avgreiddar, og tað gekk upp á stás. Eingin bátur rendi seg upp á sandin!
Klaksvík ofta nummar tvey
Vertirnir í Miðvági vóru um reppið at smakka sigursrákan, sum teir á jóansøkuni í Vági vóru so glaðir fyri. 6?mannafarið Smyril vann í Vági, og tað restaði ikki nógv í, at kvinnurnar umborð á Riddaranum úr Miðvági vunnu í heimasjógvi. Men Jarnbardur var akkurát ov drúgvur.
Á vestanstevnu í fjør vunnu tríggir bátar úr Klaksvík meistaraskapin. Á vestanstevnu hesa ferð vann eingin bátur úr Klaksvík, men tað var fleiri ferðir um reppið. Fípan Fagra við gentum og Páll Fangi við monnum endaðu næstfremst, og Fípan Fagra við dreingjum og Páll Fangi við kvinnum endaðu á triðja plássi.