Babe í Kagganum

Tú kanst kalla meg Babe, sang Arnfríð Lützen á Kularótum, eitt av fleiri løgum, ið fyri nøkrum árum síðan gjørdu fremstu kvinnuligu røddina úr Klaksvík til eina stjørnu millum føroysk børn og tannáringar. Nú er hon vaksin og fer á pallin í Kagganum leygarkvøldið.

 
Umframt Kularøtur hevur Arnfríð verið at hoyrt í kórinum Suð. Arnfríð hevur seinastu tíðina arbeitt við eini fløguútgávu, ið endiliga skal flyta hana úr Kularøtur skugganum og upp í vaksnamannatónleikin. Tí verður ivaleyst nógv av hesum tónleiki at hoyra, tá hon og bólkurin trína á pall beint eftir midnátt sunnunáttina. Við sær hevur hon ein flokk av dugnaligum og kendum tónleikarum.  Mikkjal Hvannastein spælir gittar, Jógvan Fróðin Baldvinsson spælir bass og Høgni Klakkstein spælir trummir.