Bach í kertuljósi í Kirkjubø

Fremstu songkvinnur okkara, Birita Poulsen og Birita Adela Davidsen, saman við tónleikarum í úrmælingabólkinum Aldubáruni, framføra tónleik hjá Johann Sebastian Bach í Ólavskirkjuni í Kirkjubø mikukvøldið 7. desember klokkan 19.

Uttan er aldargamla kirkjan ljóssett við serstøkum ljósi, meðan lurtararnir inni í kirkjuni, njóta tónarnar hjá gamla meistaranum í glæmuni frá kertunum.

 

»Bach í kertuljósi« er nú vorðin fastur táttur undan jólum. Skráin broytist á hvørjum ári, men eru tað altíð tónar hjá Bach, ið eru á skrá.

 

Fyrstu ferð skipað var fyri hesum konsertum var í 2018, og vóru tað íbirtarin Johan Mortensen og fyriskparin í Aldubáruni, gittarleikarin Ólavur Jakobsen, ið stóðu fyri tiltakinum.

 

Síðani hevur konsertin verið regluliga, bert órógvað av korunu.

 

– Skráin er fjølbroytt, og báðir solistarnir fara at syngja solo hvør sær, men eisini verður sangur úr stóru messuni hjá Bach, har ið tær báðar, Birita Adela og Birita Poulsen, fara at syngja saman.

 

Tónleikararnir í Aldubáruni spæla eina løtu áðrenn sjálva konsertina, sum byrjar klokkan 19.00. Konsertin er í slakan tíma.

 

Konsertin er ókeypis. Eftir konsertina eru øll hjartaliga vælkomin í Roykstovuna, har ið lítil hugnaløta verður, skriva fyrireikararnir.