Seinastu teinarnir í svimjukappingini eru júst lidnir. Talan var um stafett hjá kvinnum og monnum, har kvinnurnar fyrst svumu 200 metrar frí, meðan menninir síðani svumu 200 metrar blandað.
Og í báðum, eydnaðist tað føroysku svimjarunum at vinna sær medalju.
Lív Eidesgaard, Astrið Foldarskarð, Sára Nysted og Jonna Thomsen á stafettini fyri kvinnur, meðan Eyðbjørn Joensen, Pál Joensen, Bartal Hestoy og Róland Toftum vunun bronsu á stafettini hjá monnum.
Fyrsti dagurin hjá føroysku svimjarunum gav tí tríggjar gull medaljur, fýra silvur medaljur og fimm bronsu medaljur.
Seinni í kvøld kemur samrøða við Pál Joensen út á in.fo, har hann setur orð á fyrsta dagin fyri svimjararnar.