Báðir partar hava skift tríggjar spælarar út

Hjá B68 er liðformaðurin leikbannaður, og tveir eru settir á beinkin, og hjá HB er ein nýggjur maður í hvørjari ketu

DAGFØRING

 

Undir upphitingini vísti tað seg, at Villiam Emil Klein ikki var førur fyri at spæla í kvøld. Hann er darvaður av vøddaskaða, sum vísti seg at vera so mikið álvarsligur, at hann ikki var førur fyri at spæla. Tí er Hanus Højgaard fremstur í vinstru og ikki Villiam Emil Klein, sum tað upprunaliga stóð í uppstillingini niðanfyri.

 

---

 

Klokkan 18 verður fyrsta bríksl í fyrsta dystinum í 15. umfari. B68 hevur vitjan av FM favorittunum í HB, og felags fyri bæði liðini er, at tey hava skift tríggjar spælarar út, tá ið sammett verður við síðsta vikuskiftið. Tá legði B68 rygg til 3-0 tap í Gøtu, og tá  vann HB 3-0 á heimavølli ímóti KÍ.

 

Hjá B68 er liðformaðurin Aleksandur Ó. Jensen leikbannaður, meðan Hanus Højgaard og Brian Jakobsen, sum hava verið skaðadarvaðir, sita á beinkinum. Nýggir á liðnum eru Fríði í Túni Petersen, Karstin Clementsen og nýggi norski spælarin Andreas Pettersen.

 

Hjá HB er Ári Mohr Jónsson nýggjur á vongverjanum í vinstru, Heðin Hansen er nýggjur á miðvøllinum, og Mikkel Dahl er nýggjur í álopinum. Teir avloysa Ása P. Dam, Hanus Sørensen og Jakob Johansson, sum allir eru á beinkinum.

 

Tá ið HB í fjórða umfari var á Svangaskarði, vunnu gestirnir 1-0 við máli, sum Jakob Johansson skoraði í 9. minutti.

 

B68 – HB kl. 18.00

 

Dómari: Árni Brandsson Petersen

 

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Áki Johannesen, Aron Reinert Hansen, Bárður Ó. Jensen – Karstin Clementsen, Ragnar Samuelsen, Sebastian Lau Nielsen, Hanus Højgaard (og ikki Villiam Emil Klein sum tað stóð í upprunaligu útgávuni av hesi greinini)– Bartal Páll Klein, Andreas Pettersen,

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Nielsen, Ári Mohr Jónsson – Heðin Hansen, Sammy Skytte, Ejvind R. Mouritsen – Mohamed Samba, Mikkel Dahl, Áki D. Samuelsen