Báðir partar leita eftir sigrum

TB hevur ikki vunnið í ár, og B68 hevur ikki vunnið síðani mitt í august

Í dag fer B68 fyri síðstu ferð í ár at spæla á heimavølli. Um tað næsta ár verður sunnudagsfótbóltur í bestu deildini, ella um B68 næsta ár aftur fer at spæla leygardag og í næstbestu deildini, fæst kanska at vita seinnapartin.

 

Í dag fær B68 vitjan av TB. Felags fyri hesi bæði liðini er, at tað er langt síðani, at tey vunnu fulla úrtøku. TB hevur ikki vunnið í ár, og B68 hevur ikki vunnið síðani 14. august, tá ið heimadysturin ímóti ÍF endaði við 2-0 sigri.

 

Stigatalvan sigur, at heimasigurin ímóti ÍF hevur heilt stóran týdning. B68 er á áttanda plássi við 19 stigum, og ÍF er á níggjunda plássi við 16 stigum. Hjá báðum liðum er málmunurin -39. Um tað eydnast B68 at vinna størri úrtøku í dag, enn tað fer at eydnast ÍF at vinna á heimavølli ímóti NSÍ, so verður tað greitt, at B68 næsta ár aftur fer at spæla í bestu deildini. 

 

TB er farið at laga seg til nýggja veruleikan, sum er, at TB næsta ár fer at spæla í næstbestu deildini. Tá ið TB hósdagin tapti 1-0 ímóti EB/Streymi, vóru seks føroyingar millum teir fyrstu ellivu, og ein varð skiftur inn.

 

Hjá B68 er Tonni J. Thomsen við aftur eftir leikbann, og hjá TB hevur Aron Sørensen ikki verið við seinastu ferðirnar.