Báðir partar sakna sentralar miðvallarar

Hjá Jóhan Petur Poulsen verður neyðugt at skipa miðvøllin av nýggjum í Sørvági, har heimaliðið av álvara er farið í arbeiðsklæðini

Tað verður miðvøllur í nýggjari útgávu, tá ið Víkingur seinnapartin verður gestur á Dungasandi í Sørvági. Higartil í ár hava Géza Dávid Túri og Noah Mneney verið drúgvir á sentralu miðvallarplássunum, men hvørgir teirra verður á listanum í dag. Teir eru báðir leikbannaðir. Framrættaði Olaf Bárðarson er framvegis skaddur, meðan liðformaðurin og stýrimaðurin í verjuni Atli Gregersen er tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður í 2-0 heimasigrinum ímóti Skála.

 

Ein møguleiki er, at toppskjúttin Sølvi Vatnhamar verður fluttur aftur á sentrala miðvøllin, og fer at spæla saman við Arnbjørn Svensson, sum ímóti Skála var miðverji, og at bæði Martin Klein Joensen og Andreas Lava Olsen – um hann er førur fyri tí – vera millum teir fyrstu ellivu.

 

Í fyrsta umfari vann Víkingur 3-2 í Sørvági, eftir at heimaliðið tvær ferðir var á odda. Miðvallarin Janus Svabo Samuelsen skoraði ta ferðina seinna málið hjá 07 Vestur. Í dag verður Janus ikki á liðnum hjá 07 Vestur, tí hann er vøddaskaddur. Toppskjúttin Mads Borchers er tøkur aftur eftir leikbann, og Dánial Pauli Lervig er tøkur aftur eftir vøddaskaða.

 

Síðsta sunnudag vann 07 Vestur sera týdningarmiklan 1-0 sigur á útivølli ímóti B68.

 

-Tá vístu spælararnir framúr góðan hugburð, og um vit ímóti Víkingi og næstu ferðirnar arbeiða eins nógv, so hava vit møguleika at røkka málið, sum er at sleppa undan niðurflyting, sigur 07 Vestur venjarin Michael Schjønberg.