Í finaluni fyri einstaklingar hjá kvinnum í badminton hittust Kristina Eriksen og Gunnva Jacobsen.
1. sett koppaði aftur og fram, tó at Kristina hevði hug at vera á odda.
Gunnva megnaði eina løtu at venda 10-14 til 16-16, men so otaði Kristina seg fram um aftur og vann settið 21-18
Í øðrum setti byrjaði Gunnva best, og legði seg tíðliga á odda 7-2. Kristina ressaðist aftur og minkaði um munin til 9-7. Síðani fekk Gunnva aftur fatur í góða spælinum hjá sær økti upp í 7-15.
Gunnva megnaði at halda munin og avgreiddi settið trygt við støðuni 21-11, og so skuldu tær í eitt triða og avgerandi sett.
Í triða setti skiftust tær um stigini, men eftir eini løtu hevði Kristina hug at vera eitt vet frammanfyri. Gunnva fekk tó vent gongdini, og miðskeiðis í settinum var støðan 11-10 til Gunnvu.
Næstu løtuna lá nógv betri fyri hjá Gunnvu, ið økti og økti, so at hon fekk matchbólt við støðuni 20-12. Hon tók av hesum bólti, og gjørdist sostatt føroyameistari við 2-1 í settum