Badmintonleikarar til kapping í Farum

Tíðindaskriv: 27. til 29. mai luttók U15 ungdómslandsliðið í badminton í eini kapping í Farum, sum liggur norðan fyri Keypmannahavn.

Føroyskir leikarar hava nú í nøkur ár luttikið í hesari kappingini, og eru nærum hvørja ferðkomin heim aftur við fleiri heiðursmerkjum.

 

At føroyskt badminton er í støðugari menning sæst aftur í hvørjum bólkum, tey eru meldaðitil í.

 

Okkara leikarar luttóku í teimum ovastu bólkunum, E-bólkinum, sum er elitubólkurin, M-bólkinum, sum er beint undir E-bólkinum og í A-bólkinum.

Leikararnir í bæði E, M og A bólkinum høvdu fleiri tættar og gevandi dystir, har føroyskuleikararnir stóðu seg sera væl.

 

Har tað bar til, luttóku tey í heili 3 kappingum, einmansleiki, tvímansleiki og blandaðumtvímansleiki.

 

 

 

Hesi luttóku fyri Føroyar:

 

Ranja Joensen

 

Inga Guðrin Samuelsen

 

Naomi Rajani Færø

 

Hansina Eysturtún Mouritsen

 

Sarita Kvilt

 

Jafet Rasmussen

 

Tóki Yngvason Guttesen

 

Ørvur Isfeld

 

Beinir Rúnason Weihe

 

Símun Sigvardsen

 

Við á ferðini var eisini ungdómslandsliðsvenjarin Fai Yin Wong, og ferðaleiðararnir Birita og Jon Sigurd Samuelsen.

 

##med2##

 

Hesir leikararnir komu heim aftur við heiðursmerkjum í A bólkinum:

 

Inga Guðrin Samuelsen, silvur, einmansleikur gentur

 

Ørvur Gunnarsson Isfeld og Símun Thorkildshøj Sigvardsen, silvur, tvímansleikur dreingir

 

Símun Thorkildshøj Sigvardsen, vann 3. plássið í einmansleikur dreingir 

 

Naomi Rajani Færø og Inga Guðrin Samuelsen vunnu 3 plássið í tvímansleikur gentur.

 

Aðrir føroyskir leikarar luttóku eisini í kappingini í Farum. Kristoffur Samuelsen vann silvur í tvímansleiki fyri menn saman við einum donskum leikara, hann spældi í U17/19A. Tóra Erlandsdóttir vann gull í einmansleiki og silvur blandaðum tvímansleiki saman viðíslendskum leikara, hon spældi í U13A

 

Fleiri myndir frá ferðini eru at síggja á facebook vanganum hjá Badmintonsambandinum: Badmintonsamband Føroya | Facebook